Eg havi valt at stilla upp - ikki tí eg haldi at 55 ára gamlir menn, sum settu búgv í Føroyum fyri 30 árum síðan, tá ið bústaðirnir vóru keypandi, hava brúk fyri betur umboðan í løgtinginum.
Men eg havi trý vaksin børn og tveir abbasynir. Tey búgva øll í Aarhus. Teirra møguleikar, at seta búgv í Føroyum og fáa eitt gott og kappingarført vælferðarsamfelag at liva í, eru munandi verri enn mínir vóru fyri 30 árum síðan.
Tað mugu vit bøta um!
Eg eri lívfrøðingur og havi arbeitt við annaðhvørt ungdómi á miðnámi ella við náttúru og náttúruvernd alt mítt vaksna arbeiðslív. Hugtakið burðardygd er fyri meg, ein óskrivaður sáttmáli ímillum ættarlið. Vit, sum virka á ymiskum mótum í samfelagnum í dag, hava ongan rætt, at taka møguleikar frá komandi ættarliðum.
Og alt byrjar við okkara upphavi, umhvørvi og tilfeingi - NÁTTÚRAN!
Og hon var her áðrenn vit, so eitt sindur av eyðmjúkleika hevði klætt okkum í náttúruspurningum.
Vit eru mong, sum fegnaðust almikið, tá ið undanfarna samgonga loksins fekk samtykt eina náttúruverndarlóg og ikki minni, tá ið rætturin hjá øllum føroyingum at njóta náttúruna, varð tryggjaður í lóg um burðardygga ferðavinnu.
Men ein lóg ger onki í sjálvum sær! Nú skulu heimildirnar brúkast!
Eg valdi at flyta til Vestmanna fyri stívliga 4 árum síðan. Tað var ein góð avgerð! Orsøkin var at eg bleiv settur sum rektari á Miðnám í Vestmanna. Tilfeingisbreytin, sum eg var so heppin at sleppa at mynda frá byrjan í 2013, er eitt frálíkt tilboð í einari annars alt ov stirvnari gymnasialara skipan.
Alt vesturøki í Føroyum við Sundalagnum, Kvívík, Vestmanna og Vágunum er eitt politiskt fullkomiliga forsmáa øki seinnu mongu árini. Meðan man hevur gjørt almennar íløgur í stovnar og samferðslu frá Klaksvík til Sands fyri nógvar milliardir, eru nærum ongar størri íløgur gjørdur í øllum hesum økinum í 50 ár.
Tað er ikki rímiligt!
Eg stilli upp á lista E, tí Føroyar bleiv mítt tilveruvilkor fyri 55 árum síðan og tað havi eg altíð sæð sum eina náttúru- og mentanargávu, sum vit hava skyldu at lata komandi ættarliðum í minsta lagi í sama standi, sum vit fingu hana.
Tað eru nógv ómetaliga góð valevni á lista E og eg fegnist serliga um tey, sum hála aldursbýtið og kynsbýtið rættan veg.
Gott val
.jpg)
