Náttúru ella orkuskifti

10 March 2026
Skrivað hevur
Magnus Gaard

Lat ongan iva vera um, at grøna orkuskifti má fáast aftur á beint!

Eg hugsi, at veðurlagskjakið tykist veruleikafjart fyri nógv fólk. Tølini eru ørsmá ella risastór og tíðarskeiðini tosa verður um eru so long, at leikfólk verða í ørviti av teimum.

Vit mugu líta á serfrøðina!

Hon sigur púra greitt, at trupulleikin er mannaskaptur og avleiðingarnar eru álvarsamar. Sjálvandi skulu vit gera okkara part. Hetta er ein vinnarasak í allar mátar, tí vit skulu ikki vera bundin av innfluttari orku - hvørki so ella so!

Náttúran rundanum okkum er hinvegin ógvuliga ítøkilig og hon er sjálvandi hjartanum nærmast hjá teimum, sum eru nærmast við hana.

Øll vilja náa tí stóra málinum, men er tað rímiligt at vænta at fólk lata av náttúruni í sínum nærumhvørvi uttan at fáa nakað fyri tað?

Tað haldi eg ikki!

Vatnorkan í Føroyum er í stóran mun framleidd úr náttúruni í valdøminum eg eri uppstillaður í. Tað er ikki smávegis virðir. 111 GWH, ið verða seldir fyri 200 milliónir kr árliga.

Men hvat fáa Vestmenningar og Sundalagsfólk afturfyri at hava latið Heygadal, Mýrarnar, Fonsdal og Eiðsvatn og alla vestursíðuna á Eysturoynni til grøna orkuskifti.

Onki!

Náttúran hevur eitt virði í sjálvum sær og viðhvørt eitt virði, sum kann umsetast til krónur og oyru. Vit koma ongan veg, um vit halda fram við at billa okkum inn, at tað ikki er so. Og hetta virði má fyri ein part, koma teimum, sum lata náttúruna til endamálið, í lut.

Tað er ikki annað enn rímiligt!