Magnus Gaard
.jpg)
Hvør eri eg?
Eg eiti Magnus Gaard og eg eri 55 ára gamal. Eg eri hálvur havnamaður og hálvur oyndfirðingur.
Mín sosiali arvur
Sum ungur var eg upptikin av at bróta mín sosiala arv úr akademisku skúlaverðini og fór at læra til snikkara eftir loknan studentaskúla. Hetta var tá ið kreppan rakti okkum harðast í byrjanini av hálvfemsunum. Tað hevði so eisini við sær at eg mátti sleppa dreyminum um at gerast snikkari. Men skúla hevði eg framvegis ongan serliga hug til so eg fór til skips. Eg var so heppin at fáa um endan á fiskiskapinum hjá føroyingum í Eystursjónum. Tað var tá tað bleiv lagt um til garnafiskiskap. Men hóast mær dámdi sjólívið ómetaliga væl, so hálaði mín sosiali arvur í meg og eg fór á Fróðskaparsetrið at lesa lívfrøði. Útbúgvingina gjørdi eg lidna í Keypmannahavn, tí tá var bara ein støðisútbúgving í Føroyum. Eg fór tó heim í úrtíð at skriva serritgerð um sníkar í toski. Eg slapp aftur til sjós nú við Magnus Heinason bæði til yvirlitstrolingar og royndarfiskiskap eftir svartkalva.
Gransking og undirvísing
Men sum so ofta í Føroyum, so endar man við at gera okkurt heilt annað enn mann ætlaði sær. Eg kom í starv sum lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum á plantudeildini, tá ið Anna Maria Fosaa gjørdi sínar kanningar av ávirkanini av veðurlagsbroytingum á gróðurin í Føroyum. Hesi somu árini sluppu vit nakrir ungir lívfrøðingar at byggja upp fyrstu føroysku náttúrufyrisitingina áðrenn umhvørvisstovan og náttúrufyrisitingin har tók yvir. Men hugurin at undirvísa fekk eg so ómetaliga stóran tá eg sum heilt ungur byrjaði at undirvísa á Fróðskaparsetrinum meðan eg var í starvi á náttúrugripasavninum. Hóast tað var strævið, so elskaði eg tað. Og undirvísing kom bara at fylla meira og meira á mínari starvsleið. Fyrst nøkur ár við studentum uppi í Hoydølum, so okkurt árið við sjúkrasystrum og tað eini tíðina eisini á Tekniska skúla í Havn.
Rithøvundur
Eg dámi eisini væl at skriva. Av tí at eg endaði sum samskipari og rithøvundur á stóra verkinum Føroya Náttúra lívfrøðiligt margfeldi meðan eg var í starvinum á náttúrugripasavninum, kom eg nógv í samband við forlagið Nám. Tey bóðu meg tí skriva lærubøkur til lívfrøði nøkur ár seinni. Í 2013 ringdi Jákup Andreassen til mín – táverandi skúlastjórin á fiskivinnuskúlanum, og bað meg um at gera skriva undirvísingartilfar til eina heilt nýggja lærugrein, sum var partur av heilt nýggju tilfeingisbreytini. Hetta var alt ov spennandi at siga nei til, so hetta kom at myndað mína starvsleið heilt nógv fram til í dag.
Rektari
Tá Jákup fór frá í 2019 gjørdi eg ikki mætari enn at søkja starvið sum rektari á Miðnám í Vestmanna, sum tað nú eitur. Og hesum starvinum havi eg nú verið í seinastu 6 árini.
Vestmanna
Vit gjørdu av eg og konan Sigrun Debess Magnussen, at flyta til Vestmanna í 2021. Vit gjørdu ikki mætari enn at keypa gomlu søguligu húsini í Vestmanna sum øll Rógvu ættin er úr. Og har búgva vit nú á Rógvugarði og hava tað praktfult í einari deiligari bygd. Og vit arbeiða bæði tvey við menniskjum í Vestmanna. Hon sum námsfrøðingur í Gjárlon og eg sum rektari á Miðnámsskúlanum.