Høgni Hoydal

Eg búgvi í Hoyvík, saman við mínum lívskærleika Hildur og okkara deiligu børnum: Sjúrði, Brim og Helga. Vit liva eitt vanligt lív sum flestu familjur í Føroyum, har vit royna at fáa gerandisdagin at hanga saman. Og at trívast í arbeiðslívinum og saman við vinum, familju og fólki sum heild í frítíðini. Gerandisdagurin er mangan merktur av strongd – serliga tí eg havi verið so nógv burtur frá heiminum, síðani eg fór upp í politikk. Men hann er sjálvandi eisini merktur av ríkum løtum og gleðini við at búgva og virka í Føroyum saman við teimum, tú ert góður við.

Eg eri føddur í Danmark, har foreldrini hjá mær lósu. Men eri uppvaksin í Hoyvík, sum tá var ein lítil bygd uttan stórvegis samband við Havnina. Vit gingu eftir mjólk hjá Aksel og Karolinu Simonsen, sum høvdu kúgv í kjallaranum. Onnur fingu mjólk heima á Garði frá Poul Vang, bónda. Áðrenn Hoyvíkin fór at vaksa seinnu helvt av 70’árunum og nýggir skúli varð bygdur, gingu vit fleiri skúlaflokkar saman í Gamla Skúla í Hoyvík annaðhvørt ár. Og í gamla skúlanum á Hvítanesi annaðhvørt ár.

Uppvøksturin í Hoyvík, har vit eisini sluppu at taka lut í vanligum arbeiði við hoygging, seyði, neytum, at vera á floti og seta sildagørn, hevur havt stóran týdning fyri meg. Men í dag fáist eg tíverri alt ov lítið við tílíkt. Vinfólk og verfamilja fáa tíbetur onkuntíð drigið meg við til okkurt.

Eg búgvi sjálvsagt enn í Hoyvík, har vit enn hava eitt sterkt samanhald og kenna okkum sum hoyvíkingar. Ítróttarfelagið H 71 og hondbólturin hevur havt ein serstakan týdning fyri bygdina – og fyri meg. Havi leikt sjálvur, vant lið og sitið í nevndini í mong ár sum yngri. Og nú felagið er vaksið og mong dugnalig fólk skipa arbeiðið í felagnum, royni eg at fylgja væl við øllum og taka eina hond í við onkrum, tó at tað er alt ov sjáldan.

Eg eri tjóðveldismaður um ein háls. Og tað eri eg errin av. At kenna meg sum part av tí rørslu og tí flokki, sum hevur havt ein so týðandi leiklut í føroysku samfelagsmenningini. Haldi, at øll tey frambrot og virði, sum eru skapt í Føroyum og sum vit byggja okkara framtíð á, eru ald fram av stríðnum fyri fólkaræði, samhaldsfesti og javnrætti hjá okkum sum menniskju og sum tjóð í heiminum. Og tað er hetta sum hevur verið kjarnin í tjóðskaparrørsluni í Føroyum og skal verða tað frameftir.

Í øllum mínum politiska arbeiði, eru tað hesi hjartamálini, sum dríva verkið, og eru ýtini, sum eg stevni eftir:

  1. Sjálvsvirðing og samleiki í heiminum: Føroyingar skulu hava sama rætt til at virka í heiminum sum onnur fólk. Vit skulu samstarva við hvønn vit vilja, gera avtalur við hvønn vit vilja og taka somu ábyrgd í heiminum sum onnur. Okkara mál, mentan og samleiki skal virðast og mennast á jøvnum føti við onnur. Soleiðis fáa vit sjálvsvirðing, soleiðis virða vit onnur og soleiðis skapa vit eitt eitt nútímans og fjølbroytt samfelag, ið ikki goymir seg fyri umheiminum.
  2. Hvør einstakur hevur sama rætt til frælsi: Hvør einstakur skal hava sama rætt og frælsi til at velja, virka og virðast í Føroyum, um vit taka við somu skyldum og ikki gera okkum inn á frælsi hjá øðrum. Ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur skal hava framíhjárættindi í samfelagnum. Uttan mun til um vit eru kvinnur ella menn. Ung ella eldri. Um vit eru fødd rík ella fátøk. Um vit bera brek ella sjúku. Um vit búgva ymsastaðni í landinum. Um vit hava ymsan húðarlit, trúgv, uppruna ella kærleikslív.
  3. Rættartrygd og avleiðingar: Rætturin hjá øllum til at velja, virka og virðast skal tryggjast í grundlóg og einum vælvirkandi fólkaræði og rættarsamfelag, har øll, ið taka avgerðir standa til svars, og har brot á lógir, reglur og rættindi fáa avleiðingar.
  4. Frælst vinnulív uttan serrættindi: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal grundast á eitt veruliga frælst vinnulív, óheft av politiskum serrættindum til útvaldar einstaklingar, bólkar og útvaldar vinnur. Har dugnaskapur, førleiki og virðing fyri avtalum, lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði eru avgerandi fyri møguleikan at dríva vinnu innan fjølbroytt økir og kasta av sær til samfelagið.
  5. Óheftur búskapur: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal kjølfestast í ein sjálvberandi búskap, ið er óheftur av studningi uttaneftir, men bygdur á samhaldsfastar og rættvísar skatta- og avgjaldsskipanir, langtíðarjavnvág og ábyrgd fyri komandi ættarliðum.
  6. Sosialt rættvísi og vælferð: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal styrkjast í sosialt rættvísum vælferðar- og heilsuskipanum, ið øll fíggja í felag eftir evnum, men fáa gagn av eftir tørvi. Stórar broytingar og íløgur skulu gerast komandi árini á hesum øki til tess at broyta eina strivna og skrivstovuvaldamerkta sentralskipan til skapandi og fjøltáttað hjálpar- og trivnaðartilboð til borgaran.
  7. Fræls mentan, útbúgving og gransking: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal taðast og alast við stórum íløgum í mentanararbeiði og mentanartilboð í breiðastu merking: Nútímans og fjølbroyttir dagstovnar, skúlar, útbúgvingar, granskingarstovnar, frítíðartilboð, mentanarstovnar og skapandi list á altjóða støði.
  8. Frælsi hjá okkara eftirkomarum: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal tryggjast við framsóknum umhvørvis-, orku og náttúrupolitikki bæði heima og í altjóða samstarvi, sum kann broyta sjálvsøknu ovurnýtsluni av jarðarinnar tilfeingi hjá okkara ættarliði og okkara heimsparti til ein møguleika hjá nýggju ættarliðunum at byrja á øðrum grundarlagi.

Um meg sjálvan

Føddur: 28. mars 1966.
Foreldur: Gunvør og Kjartan Hoydal.
Hjúnafelagi: Hildur Hermansen.
Børn: Sjúrður (f. 1988), Brim (f. 1990) og Helgi (f. 1996).
Útbúgving: Samskifti og søga.

Yrki: Dekkari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Læraravikarur í Eysturskúlanum í Tórshavn. Programmfólk í Sjónvarpi Føroya. Ymisk fyrifallandi arbeiði í lestrartíðini: M.a. á Bacalao í Tórshavn. Á kryvji- og roykivirkinum Samm-Fisk í Tórshavn. Vaskifólk í barnagarði í Tórshavn. Grótlaðari hjá Henningi Thomsen eldra.

Álitisstørv: Valdur á ting fyrstu ferð á valinum í 1998. Varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, lógarmálum og norðurlandamálum 1998-2003. Landsstýrismaður í mentamálum styttri tíðarskeið í 2000 og aftur í 2003. Varaløgmaður og landsstýrismaður í uttanríkismálum og noðrulandamálum 2008. Valdur í fólkatingið 2001-2011, Avloystur av Tórbjørn Jacobsen í landsstýristíðini 2001-2003. Afturvaldur á ting á valinum 2002, 2004, 2008, 2011. Limur í Norðurlandaráðnum 2011-. Í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið 2013-. Limur í stýrinum fyri Nordisk Kulturfond 2015-.

Hetta haldi eg

Danmark á føroyskum og Føroyar á donskum

Høgni Hoydal
21 March 2026

Krígsmakarar og ekstremistar byggja onki land

Høgni Hoydal
19 March 2026

Eitt tak afturat fyri frælsar Føroyar

Høgni Hoydal
11 March 2026

Flaggið í eygunum, hjørtunum og sálini

Høgni Hoydal
27 April 2025

Takk fyri álitið og framíhjárættin

Høgni Hoydal
7 March 2025

18 mánaðir – har vit hava loyst hvønn dag

Høgni Hoydal
23 June 2024

Jóla- og nýggjárskvøða frá Tjóðveldi

Høgni Hoydal
31 December 2022

Hugsið tykkum ein grønan fólkaskúla (og aðrar)

Høgni Hoydal
6 December 2022

Føroyar skulu hava atgongd fyri øll og fremja brekpolitisku virkisætlanina

Høgni Hoydal
4 December 2022

Okkara loftrúm tryggjar eisini føroyskan radara

Høgni Hoydal
3 December 2022

Tað er tí vit búgva her

Høgni Hoydal
28 November 2022

Hetta er okkara land – hetta er okkara Verð

Høgni Hoydal
30 October 2022

Fakta á borðið um peningarensl, handil og agentur millum Føroyar og Danmark

Høgni Hoydal
28 October 2022

Tær snedigu søgurnar hjá sambandsflokkunum

Høgni Hoydal
26 October 2022

NEI, JENIS ER IKKI MÍN UTTANRÍKISRÁÐHARRI!

Høgni Hoydal
26 October 2022

Ein aktivur føroyskur radari á Christiansborg - altíð til arbeiðis fyri Føroyar

Høgni Hoydal
24 October 2022

Onki um okkum – uttan um okkum!

Høgni Hoydal
24 October 2022

Politikkur fyri fólk

Høgni Hoydal
23 September 2022

Situr tú seggur í oyðini høll...

Høgni Hoydal
28 July 2022

Hjálparpakka fyri vanlig fólk

Høgni Hoydal
22 April 2022

Nær hevur danskur uttanríkispolitikkur verið ein fyrimunur fyri Føroyar?

Høgni Hoydal
4 February 2022

Gjáarkappin Jógvan á Fløtti sløkt motorin - Jógvani Nónsgjógv til minnis

Høgni Hoydal
23 December 2021

Ingrið sáddi sjálvsvirðing og sjálvsálit

Høgni Hoydal
10 December 2021

Óhugnin økist í hvørjum í Føroyum

Høgni Hoydal
14 October 2021

Dundrandi korrupt

Høgni Hoydal
28 September 2021

Ááá... denn deiligi 14. septembur!

Høgni Hoydal
14 September 2021

Helst ein stavivilla, Jørgen: Tit eru ein avreiðingarsamgonga

Høgni Hoydal
8 September 2021

Løgmaður niðurger føroyingar og falsar søguna

Høgni Hoydal
7 September 2021

Valdsmisnýtsla gagnar altíð teimum sterkastu – ikki øðrum

Høgni Hoydal
18 June 2021

Hans í Líðini farin í annan sjógv at rógva

Høgni Hoydal
11 June 2021

Formansrøða á flokstingum 2021

Høgni Hoydal
22 May 2021

Tað, ið ongin hevði trúð... – tað ber til!

Høgni Hoydal
1 May 2021

TIL LUKKU KRISTINA

Høgni Hoydal
15 December 2020

Hvar høvdu vit verið uttan úrslitið á fólkaatkvøðuni 14. september?

Høgni Hoydal
14 September 2020

Føroya Tele, veruleikin og politiska gruggið

Høgni Hoydal
9 September 2020

Høgni spyr um Atlantsflog

Høgni Hoydal
2 September 2020

Bara vit, fólkið í Føroyum, skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi

Høgni Hoydal
6 August 2020

Jørgen Niclasen háðar starvsfólkini hjá Atlantsflogi

Høgni Hoydal
4 August 2020

So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog

Høgni Hoydal
4 August 2020

Tað stóra ránið av fólksins dýrastu ogn

Høgni Hoydal
26 June 2020

Broytingaruppskot hjá Høgni Hoydal

Høgni Hoydal
24 June 2020

Hvør ræður á Føroya landi?

Høgni Hoydal
18 June 2020

Onki høvd – men berur hali

Høgni Hoydal
16 June 2020

Reint fupp frá bankunum

Høgni Hoydal
15 June 2020

At vísa hógv – ella vísa hógvar

Høgni Hoydal
12 May 2020

Høgni spyr um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum

Høgni Hoydal
11 February 2020

Fyrsta januar 2020 rulla milliardirnar aftur til fámannaveldið

Høgni Hoydal
30 December 2019

Halda tit okkum vera fullkomnar tápulingar?

Høgni Hoydal
21 December 2019

Heimsins ríkasta tjóð í fiskiríkidømi – lat tað ikki gleppa okkum av hondum!

Høgni Hoydal
20 December 2019

Kontant avrokning: 4.000 tons í Barentshavinum og 20.000 tons av norðhavssild í einum høggi

Høgni Hoydal
19 December 2019

Latið ikki fiskiríkidømið fara á privatar og útlendskar hendur

Høgni Hoydal
18 December 2019

Hvat fingu tey verandi í fiskivinnunýskipanini?

Høgni Hoydal
18 December 2019

Landsstýrið brýtur stýrisskipanarlógina

Høgni Hoydal
11 December 2019

Áhaldin og avhildin undangongumaður - - Jóannes Dalsgarð 80

Høgni Hoydal
15 November 2019

Skulu vit byggja víðari – ella skulu onnur sleppa at bróta niður aftur?

Høgni Hoydal
31 August 2019

Hevði tú trúð tí?

Høgni Hoydal
26 August 2019

Tað kundi verið ein virðilig fagnaðarløta...

Høgni Hoydal
28 May 2019

So fór Sambandsflokkurin spolandi 200 ár aftur í tíðina...

Høgni Hoydal
12 April 2019

Formansfrágreiðing

Høgni Hoydal
6 April 2019

Til hamingju Ísland!

Høgni Hoydal
1 December 2018

Føroyskur ognarskapur og avgerðarrættur krevst fyri at gagnnýta føroyska sjóðfeingið

Høgni Hoydal
30 June 2018

Tað fjølbroytta skapar felagsskapin og møguleikarnar hjá øllum

Høgni Hoydal
26 April 2018

Væl nøgdur við kanningarúrslitið

Høgni Hoydal
26 April 2018

Formansfrágreiðing 2018

Høgni Hoydal
7 April 2018

Nei, Norðlýsið – Høgni Hoydal og Tjóðveldi hava sum altíð tryggjað rættindi og hýrur hjá fiskimonnum

Høgni Hoydal
24 November 2017

Nógv færri kunngerðir - og onki fjalt ella óvanligt

Høgni Hoydal
11 November 2017

Situr tú seggur í oyðini høll – einastur eftir av mongum*

Høgni Hoydal
2 November 2017

Formansfrágreiðing á flokstingi 2017

Høgni Hoydal
25 March 2017

Ein nýggj fiskivinnuskipan og møguleikarnir kring landið

Høgni Hoydal
8 November 2016

Ein søguligur møguleiki og ein skylda fyri framtíðina

Høgni Hoydal
2 August 2016

Vit laða nú grundina undir teimum frælsu Føroyum

Høgni Hoydal
2 April 2016

Røða hildin á móttøku í Vágum

Høgni Hoydal
10 December 2015

Hvørjar Føroyar velur tú?

Høgni Hoydal
26 August 2015

Nú kanst tú gera nakað við tað

Høgni Hoydal
21 August 2015

Takk!

Høgni Hoydal
23 June 2015

Spyr ikki, hvat Danmark kann gera fyri teg

Høgni Hoydal
12 June 2015

Tín atkvøða kann gera allan munin!

Høgni Hoydal
10 June 2015

Ongin forðing fyri at gera nakað nú

Høgni Hoydal
13 May 2015

Reimund Langgaard ber skeivar upplýsingar um barnaískoyti

Høgni Hoydal
10 May 2015

Ein biddari og annar

Høgni Hoydal
7 May 2015

Føroysk vinna og førleikar skulu leiða í tunnilsbygging

Høgni Hoydal
1 May 2015

Hvat hendir við NemID og Mínboks hjá peningastovnunum?

Høgni Hoydal
21 April 2015

Og verða vit ríkari tá, Føroyar?

Høgni Hoydal
17 April 2015

Landsstýrismaðurin ger einki fyri at steðga peningastovnunum

Høgni Hoydal
19 March 2015

Ferðasambandið til Mykines vetrarhálvuna

Høgni Hoydal
9 December 2014

32 arbeiðspláss eru mist á Elektron síðani 2010

Høgni Hoydal
8 December 2014

Høgni fingið svar uppá spurning um Strandfaraskip Landsins

Høgni Hoydal
8 December 2014

Svar uppá fyrispurning um Elektron

Høgni Hoydal
4 December 2014

Høgni Hoydal valdur at umboða Føroyar í Nordisk Kulturfond

Høgni Hoydal
25 November 2014

Høgni spyr um bíðilistar og nýtslu av MR-skannaranum

Høgni Hoydal
9 November 2014

Høgni spyr um uttanhýsis tænastir i sambandi við kanning av SSL

Høgni Hoydal
9 November 2014

Høgni spyr um eftirlitisskyldu

Høgni Hoydal
9 November 2014

Høgni spyr um eftirlitisskyldu

Høgni Hoydal
6 November 2014

Høgni spyr um bíðilistar og nýtslu av MR-skannaranum

Høgni Hoydal
5 November 2014

Seinasta útkall at fáa tryggar KT-skipanir fyri allar føroyingar og eina blómandi vinnu í Føroyum

Høgni Hoydal
18 October 2014

Støðan á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroysk loysn fyri Elektroniskari undirskrift o.a.

Høgni Hoydal
30 September 2014

Flikk-flakk í heimastýrinum

Høgni Hoydal
12 September 2014

Vit skulu errin halda grind til og verja okkara rættindi

Høgni Hoydal
25 June 2014

Kyssa koyrilin hjá donsku stjórnini í sildamálinum

Høgni Hoydal
9 June 2014

Sig mær, hví er vinnan kvirr

Høgni Hoydal
26 May 2014