- spyr, hvat vit megna saman í Føroyum!
Fólkatingsval er ein andsøgn fyri tjóðskaparmál í Føroyum. Men tað er ein møguleiki at savnast um, at vit vilja reisa okkum sum fólk og taka andsagnirnar og forðingarnar burtur
Nógv spyrja: Er tað ikki ein andsøgn – eitt paradoks – at Tjóðveldi stillar upp til Fólkatingsvalið?
Jú, víst er tað so. Men andsøgnin og paradoksið liggur innbygt í teirri skipan og teirri støðu, vit eru í.
Vit hava ikki veruligt fólkaræði í Føroyum. Danmark tekur framvegis allar avgerðir um okkara støðu og viðurskifti sum fólk í heiminum. Og um nógv av okkara rættindum sum einstaklingar og fyri okkara vinnulív, peningaviðurskifti, løgreglu og mangt annað.
Vit stranda og spjaðast
Í hesi støðu stranda vit støðugt sum land og sum einstaklingar og vinna. Vit fáa stongdar havnir og stongd portur til teir felagsskapir og tað samstarv, sum vit ynskja at taka lut í heiminum. Vit fáa strongd viðurskifti sum menniskju, tí vit drukna í fløktum skipanum fyri okkum og okkara børn, tá ið vit skulu flyta millum lond. Og vit steingja teir ómetaligu búskaparligu møguleikarnar, vit eiga sjálv í Føroyum – og ístaðin fara politisk umboð úr Føroyum at biðja um pening og hjálp úr Danmark.
Okkara politiska skipan álast sundur í eina óvirðiliga og órættvísa støðu fyri fólkið í landinum. Har vit ikki gera loysnirnar í Føroyum og halda politikarum til svars fyri teimum. Har vit geva øðrum skyldina og siga, at onkur annar skal “orðna tingini”. Og hvør skal so sæta sær, heldur enn at vit arbeiða fyri somu rættindum og møguleikum hjá øllum fólkinum í Føroyum við samhaldsfesti millum okkum sjálv.
Hugsið tykkum bara, hvussu politiska gongdin hevur verið í Føroyum seinastu árini: Vit hava methøgar inntøkur – og peningur verður játtaður til alt møguligt eftir fáum døgum. Men tá ið vit skulu veita teimum, ið hava allarminst, eina sømiliga hjálp. Ella tá ið vit skulu loysa trupulleikar og betra tænasturnar í Sjúkrahúsverkinum. Ella gera íløgur í útbúgving og bústaðarmøguleikar. – Ja, so verður tað skúgvað av borðinum og sagt: Nei, hetta kunnu vit bert gera, um Danmark betalir! Hækkaður blokkstuðulin má til – annars kunnu vit ikki vera sosial og framtakshugað í Føroyum.
Reisa okkum úr hesi óvirðiligu støðu
Tað er hesa støðu og hesa skipan, vit vilja broyta og reisa okkum úr. Fullveldi og Tjóðveldi merkir, at vit gerast myndug. At tað eru vit, fólkið í Føroyum, sum sjálv taka avgerðirnar og standa til svars fyri teimum. Júst sum, tá ið vit gerast myndug sum persónar. Og tað er tá, vit kunnu mennast, byggja upp og samstarva við onnur – og standa saman um at tryggja øllum okkara fólki sømilig kor og vælferð.
Alt tað, sum vit eru best við og sum vit eru errin av í dag, er bygt upp, tá ið vit hava reist okkum og sagt, at hetta megna vit sjálv. Tað er ikki eitt stríð ímóti Danmark ella øðrum. Tað er eitt stríð fyri Føroyum og javnstøðu millum fólk og lond.
Okkara vinnulív, okkara mentanarlív, okkara ítróttarfólk og okkara fólk sum heild prógva tað aftur og aftur, at tað ber væl til. Tey fremja daglig brøgd fyri alt samfelagið. Bert okkara politiska skipan hongur føst í fortíðini og setur forðingar upp, heldur enn at lyfta okkum upp.
Hvørjar Føroyar vilja vit byggja?
Fólkatingsvalið er tí eisini eitt val um, hvørjar Føroyar, vit vilja byggja og hvønn veg vit skulu fara. Tað er eitt val um hugsjónir og framtíðarmál og viljan til at broyta.
Vit skulu úr stongslinum, fløkjuni, andsøgnini og paradoksinum.
Til vit eru komin víðari og hava av tikið fólkatingssessirnir, verða teir antin brúktir til at binda okkum niður og halda okkum fast í verandi støðu. Teir verða brúktir til at biðja um pengar. Teir verða brúktir til at vevja okkum inn í ES og danskar loysnir ígjøgnum bakdyrnar. Og teir verða brúktir til at bøna um, at Danmark skal loysa okkara trupulleikar í Føroyum.
Ella teir kunnu brúkast til at lyfta okkum upp. Teir kunnu brúkast til at tryggja, at ongar bindingar og forðingar verða gjørdar fyri okkum í Føroyum. Og teir kunnu brúkast til støðugt at vísa á, at vit skulu úr hesi ríkisfløkju og gerast eitt sjálvstøðugt fólk undir egnum flaggi í heiminum. Valdið og avgerðirnar og møguleikarnir skulu liggja hjá Føroya fólki.
Fólkatingsvalið kann tí brúkast til at savnast um tjóðskaparmál, sjálvsvirðing og at senda tann greiða boðskap út:
Spyr ikki, hvat Danmark kann gera fyri teg. Spyr, hvat vit megna saman í Føroyum!

