Eitt tak afturat fyri frælsar Føroyar

11 March 2026
Skrivað hevur
Høgni Hoydal

Vit skulu øll eiga hetta landið!

Góðu tit øll,

Í drúgva tíð havi eg ikki verið á sosialu miðlunum ella á andlitsbókini. Biði um umbering fyri tað til tykkum mongu vinir. Havi roynt at halda lágan profil politiskt í eini neyðugari skiftistíð.  

Men nú val eru skrivað út, havi eg eftir nógvar áheitanir frá flokki og stuðlum gjørt av at royna eitt tørn afturat fyri Tjóðveldisflokkin í einum nýggjum leikluti.

Tá er tað sjálvandi eitt krav at samskifta og taka lut í sosiala miðlameldrinum aftur.

Og nógv er at samskifta og kjakast um. Og at stríðast fyri.

Vit liva í einum heimi, har oyðandi vápnavald, rátt peningavald, ótálmaður grammleiki og kúganin hjá tí stóra móti tí smáa fýkur um allan knøttin og øll samfeløg. Ein karrá valdshugsan herjar, har frælsi verður bronglað til at vera rætturin hjá tí sterka at leggja tjóðir og lond og hvønn einstakan undir seg – ella avoyða tey – til tess at gerast uppaftur sterkari og hava uppaftur størri framíhjárættindi.

Hetta er beint øvut av tí, sum alt tað føroyska frælsisstríðið og øll tann føroyska tjóðarbyggingin er bygd á. Vit byggja á sjálvsavgerðarrætt, altjóðarætt og javnrættindi tjóðanna og hjá hvørjum einstøkum menniskja. Har vit eiga sama rætt at velja, skapa, virka og verða vird – uttan mun til um vit eru stór ella smá, hvussu vit síggja út, hvussu vit eru fødd inn henda heim ella hvussu vit vilja skapa okkum lív og meining. So leingi vit ikki taka frælsið frá øðrum ella kúga onnur.

Vit hava gjøgnum ættarlið bygt tjóð og land, og okkum vantar so lítið í at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð. Men hetta kann skjótt fáa stór afturstig og hvørva, um vit ikki brúka okkara dýrtkeyptu royndir, halda rimmarfast við málini og rættindini – og duga at stýra gjøgnum valdsskipanirnar í heiminum.

Og her heima er eitt ógvusligt rák móti fámannaveldi og sjálvsøkni. Har alt tað, ið vit hava bygt og eiga í felag, kann enda á fáum hondum eftir eini lítlari løtu – sum vit hava upplivað við okkara livandi tilfeingi í sjónum. Vit vita longu, at orkan og jørðin og okkara samhaldsføstu skipanir sum SEV og  eru næst á skránni í høgrarákinum. Har felags reglur og rættindi verða gjørd til fíggindarnar fyri vøkstri og vinnu.

Tí snýr valið seg fyrst og fremst um, at vit mugu øll gera okkara at halda hugsjónirnar, málini og fólkaræðið høgt – um vit eru á brúnni, á dekkinum ella í lastini. Vit geva ongantíð upp. Vit missa ongantíð málið. Og vit fara ongantíð at leggja okkum undir valdið hjá øðrum og teimum fáu.

Vit skulu øll eiga hetta landið.

Meira frá sama høvundi

No items found.