Høgni Hoydal hevur sett ein § 52a fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum
um ráðgeving og keyp av uttanhýsis tænastum i sambandi við kanningarmálið um Strandfaraskip Landsins
1. Hevur landsstýrismaðurin keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013 - antin persónliga ella umvegis Vinnumálaráðið?
2. Um svarið er játtandi, hvørja ráðgeving og tænastu er talan um, og hvat hevur tað kostað?
3. Hvør hevur ráðgivið og veitt tænastu til landsstýrismannin í sambandi við tíðindaskrivini, ið vórðu send út og løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. november 2014, har niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini vórðu lagdar út til frama fyri landsstýrismannin, hóast Landsstýrismálanevndin ikki hevði almannakunngjørt sína frágreiðing?
5/11-14
Høgni Hoydal
Á Løgtingi, 2014

