250 lestraríbúðir við Heygsvegin

19 March 2026
Skrivað hevur
Tjóðveldi
250 lestraríbúðir við Heygsvegin

Í dag vitjaðu Sirið Stenberg og Elsa Berg, borgarstjóri staðið har 250 lestraríbúðir skulu byggjast.

Ein arbeiðsbólkur undir Fróðskaparsetrinum er settur at samskipa verkætlanina, ið er eitt samstarv millum Fróðskaparsetrið, privata vinnulívið og kommununa.

Við Tjóðveldinum í komandi landsstýri verður landið eisini ein viðleikari og partur av fíggingini.

Trotið á lestraríbúðum kostar Føroyum ófatiligar upphæddir, tí stórur partur av hvørjum árgangi hvørvur. Vit hava ikki ráð til at lata standa til.

Landið og partarnir skulu beint eftir valið seta á stovn ein sjálvsognarstovn á sama hátt, sum tá ið Tjóðarhøll okkara varð bygd við Tjarnir, so til ber at fara undir arbeiðið beinanvegin.

Hesar íbúðir fara at hýsa lesandi og lærlingum og verða millum komandi kampus og Glasir. Hetta er fyrsti partur av eini ætlan at byggja 900 lestraríbúðir í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna tekur í kvøld støðu til at leggja lendi av til hesa verkætlan.

Vit eru klár!

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.