Nú ein dagin kjakaðist eg við hinar ungdómsflokkarnar um integratión og útlendska arbeiðsmegi. Tað er sjálvdan, at flokkarnir eru so samdir, sum vit vóru í hesum málinum. Eitt er greitt: útlendingar skulu integrerast í føroyska samfelagið. Men tann veruligi spurningurin er ikki um tey skulu integrerast ella ei. Spurningurin er hvussu?
Integratión hendir ikki av sær sjálvum. Hon krevur átøk, vilja og ábyrgd. Tann ábyrgdin liggur ikki bara hjá teimum, sum koma higar. Ábyrgdin liggur líka nógv hjá okkum.
Vit mugu tryggja, at fólk fáa bestu møguleikarnar at læra føroyskt. Málið er lykilin til at kenna seg heima, fáa arbeiði og verða ein partur av samfelagnum. Tí eiga vit at styrkja undirvísingina í føroyskum sum annað mál, og eisini at gera hana til ein natúrligan part av fólkaskúlaskipanini. Tað er ein íløga í bæði menniskju og samfelag.
Samstundis mugu vit hyggja eftir hægri lesnaði. Tá bøkur og undirvísingartilfar ikki eru á føroyskum, gera vit tað truplari bæði fyri útlendingar – og fyri okkara egnu – at nema sær útbúgving á føroyskum. Her hava vit ein greiðan møguleika at styrkja bæði málið og integratiónina í senn.
Men integratión snýr seg ikki bara um mál og útbúgving. Hon snýr seg eisini um arbeiðslív og virðing.
Í dag er Fast-Track skipanin ov vánalig. Fólk, sum koma higar at arbeiða, skulu arbeiða 40 tímar um vikuna og eru bundin at einum arbeiðsplássi. Tað merkir, at um arbeiðsgevarin ikki hevur nóg mikið av arbeiði eina viku, mugu tey arbeiða meira seinni fyri at “fylla upp”. Hetta er hvørki rættvíst, gott fyri tey ella gott fyri okkum.
Vit hava brúk fyri teirra arbeiðsmegi, og tey hava brúk fyri møguleikum og tryggleika. Tí eigur skipanin at broytast, so hon verður meira menniskjalig og fleksibul.
Tí í endanum snýr integratión seg um eitt einfalt prinsipp:
Tey eru menniskju. Eins og vit.
Spurningurin er tí. Vilja vit hava eitt samfelag, har fólk bara búgva? ella eitt samfelag, har tey hoyra til?
x við Lunu Klein Joensen
x við E



.jpg)



.jpg)