Luna Klein Joensen

Eg eiti Luna, eg eri 18 ára gomul og eg gangi 2. árið á hugbreyt á Miðnámi á Kambsdali. Eg eri fødd í Keypmannahavn og búði har tey fyrstu sjey árini av mínum lívi. Í 2014 fluttu vit til Tórshavnar og meðan vit búðu har, gekk eg í Frískúlanum á Velbastað. Í 2015 flutti eg, saman við mammu míni og systir míni, til Oyndarfjarðar, har ið eg enn búgvi. Pápi mín býr í Fuglafirði, so har havi eg eisini eitt gott tilknýti.
Áhugin fyri politikki hevur altíð verið stórur. Tá eg gekk í 8. flokki fekk eg møguleikan at royna meg í Ungdómstinginum. Har vórðu vit m.a. koyrd í nevndir, arbeiddu við veruligum lógaruppskotum og vit sluppu at standa á tingsins røðarapalli. Hetta var sera læruríkt, so tá eg fekk møguleikan aftur í 10. flokki, so tók eg av beinanvegin. Í 9. flokki var eg í starvsvenjing hjá Landsstýrinum. Eg var hjá Løgmansskrivstovuni, Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum har eg m.a. fekk møguleikan at vera við til fíggjarlógararbeiði, slapp við til ein landsstýrisfund og var hjá lógar tænastuni, har eg lærdi um lógar gongdina.
Nú gangi eg á Miðnámi á Kambsdali, har eg m.a. havi søgu og samfelagsfrøði. Av tí eg gangi á hugbreyt, so fylla mállærugreinarnar rættiliga nógv og hjá mær eru tær týskt og franskt. Hóast tað, at eg gangi á hugbreyt, so havi eg valt mær støddfrøði A, tí mær dámar so væl útrokningar o.l.
Vit ungu eru sjálvandi heilt avgerandi fyri framtíðina hjá Føroyum. Tað skal sjálvandi vera loyvi at fara av landinum at lesa ella uppliva ymiskt nýtt, og eg haldi eisini, at tað er ein partur av føroyskari mentan. Tó skal landið vera gott at koma aftur til. Vit mugu hava okkurt at flyta inn í, tá vit koma aftur úr útlandinum. Vit skulu byggja fleiri lestraríbúðir, men eisini bara fleiri íbúðir, sum vanlig fólk kunnu leiga fyri ein sømiligan prís. Tað nyttar heldur onki bara at byggja í suðurstreymoynni, tí vit mugu eisini hava møguleikan at búgva aðrastaðnis.
Vit skulu arbeiða ímóti at verða sjálvstøðugari við at lækka ríkisveitingina enn meiri. Vit skulu hava øll rættindi, og taka allar avgerðir í okkara landi, sum eru viðkomandi fyri okkara land.
Eitt sum skal dagførast er skúlaskipanin. Vit nýta próvtøku- og læruhættir, ið ikki hóska til seinmodernaða samfelagið. Tað er sera umráðandi, at øll fáa somu møguleikar burturúr eitt nú fólkaskúla og miðnámskúla. Um vit vilja hava ungdómin at vera verandi í landinum, so mugu vit eisini tillaga skúlaskipanina til ungdómin.
Eitt av tí eg haldi er mest týdningarmikið fyri landið er at raðfesta búskapin. Vit mugu fáa haldføran búskap, og vit mugu lata vera við at hava hall á fíggjarlógini hvørt einasta ár. Vit mugu gera stórar íløgur, tá vit eru í lágkonjunturi, og vit mugu spara, tá vit eru í hákonjunkturi. Hetta er grundleggjandi vitan, sum vit sjálvandi skulu fylgja. Um vit arbeiða ímóti konjunkturunum, so kemur tað bara at ganga útyvir okkum. Tað er jú vit ungu, sum koma at gjalda rokningarnar í framtíðini.