At skipa Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð

Føroyar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti.

Føroyar hava allar tær søguligu, politisku, mentanarligu og búskaparligu fortreytirnar, sum skulu til fyri at skipa okkum sum sjálvstøðugt land og frælsa tjóð í heiminum.

Føroyar hava ongantíð latið sín sjálvsavgerðarrætt frá sær til aðra tjóð ella annað vald.

Tey ríki, sum eiga lut í hesum semingi, teirra millum tey, sum hava ábyrgd av at sita fyri umveldum, ið ikki ráða sær sjálvum, og tilsjónarumveldum, skulu stuðla til at fremja sjálvsavgerðarrættin.

Tvørtur ímóti hevur ein meiriluti av Føroya fólki, á fólkaatkvøðu 14. september 1946, valt, at Føroyar skulu vera sjálvstøðug og fræls tjóð.

Allar tjóðir kunnu til sítt egið gagn frælst ráða yvir náttúruríkidømi sínum og tilfeingi, skerjir tað ikki skyldur bundnar í millumtjóða búskaparsamvinnu. Á ongum sinni kunnu verða tikin frá eini tjóð ráðini at bjarga sær sjálvari.

Lógir og skipanir, sum eru settar í verk um okkara ríkisrættarligu støðu, tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt, hevur Føroya fólk ikki samtykt. Hesar lógir og skipanir hava tí einki fólkaræðisligt gildi.

Allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt. Við heimild í hesum rætti hava tær frítt at taka avgerð um stjórnarrættarligu støðu sína og frælst at fremja búskapar-, samfelags- og mentanarmenning sína.

Grundarlagið er altjóða fólkarættur

Í grundarlagnum at skipa Føroyar sum sjálvstøðuga og frælsa tjóð byggir Tjóðveldi á stovningarsáttmála Sameindu Tjóða (ST) og á ST-sáttmálarnar um borgarlig og stjórnmálalig rættindi um búskapar-, samfelags- og mentanarrættindi. Har verður m.a. staðfest:

· Allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt. Við heimild í hesum rætti hava tær frítt at taka avgerð um stjórnarrættarligu støðu sína og frælst at fremja búskapar-, samfelags- og mentanarmenning sína.

· Allar tjóðir kunnu til sítt egið gagn frælst ráða yvir náttúruríkidømi sínum og tilfeingi, skerjir tað ikki skyldur bundnar í millumtjóða búskaparsamvinnu. Á ongum sinni kunnu verða tikin frá eini tjóð ráðini at bjarga sær sjálvari.

· Tey ríki, sum eiga lut í hesum semingi, teirra millum tey, sum hava ábyrgd av at sita fyri umveldum, ið ikki ráða sær sjálvum, og tilsjónarumveldum, skulu stuðla til at fremja sjálvsavgerðarrættin.

Samstarv millum javnsettar tjóðir

Samráðingar verða við donsku stjórnina um framtíðar samstarv millum tvær javnsettar tjóðir sambært altjóða fólkarætti.

Fráboðan til altjóðasamfelagið um, at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðug tjóð, verður løgd til fólkaatkvøðu í Føroyum.

Heildarveitingin úr Danmark verður stigvíst minkað burtur.

Uttanríkismál, verjumál og onnur týðandi millumtjóða málsøki, sum Danmark hevur ræði á, verða skipað undir føroyskum ræði.

Løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi og ríkisborgararættindi verða skipað undir føroyskum ræði.

Føroysk lestrarstuðulsskipan verður sett í verk, sum skal tryggja øllum føroyskum lesandi haldgott fíggjarligt grundarlag í lestrartíðini.

Sjálvberandi búskapur

Tjóðveldi hevur lagt fram væl grundað og fíggjarliga kjølfest uppskot til miðvíst at gera okkum leys av veitingunum uttanífrá og at skipa ein sjálvberandi búskap.

Hetta kann fremjast við eini skiftisskipan, har inntøkuvøkstur landsins og minkingin av donsku ríkisveitingini verða knýtt saman. So hvørt inntøkur landsins vaksa, fara 50% av inntøkuvøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fara inn á fíggjarlógina. Hetta verður gjørt umvegis Búskapargrunn Føroya. Við hesum leisti verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir 6-8 árum.

Grundlóg Føroya

Føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum. Grundarlagið undir fólkaræðinum verður skjalfest í egnari grundlóg. Í Grundlógini verða frælsisrættindini, mannarættindini og javnrættindini hjá tjóðini og hjá hvørjum einstøkum samfelagsborgara lógarfest.