Lýsing

Fylgið egnari samtykt og hækkið normeringina á dagstovnaøkinum

Eftir fakligum tilmæli samtykti eitt samt býráð í november í fjør at hækka normeringina á dagstovnaøkinum við 36 mió komandi árini, – ella við uml 6-8 mió árliga komandi 4-5 árini.

Tað er harmiligt og óvirðiligt fyri allar partar, at samfelagið longu aftur skal blakast út í eitt verkfall millum limir í Pedagogfelagnum. Kommunalu arbeiðsgevararnir hava trupulleikarnar við vantandi arbeiðsmegi, ófriði og ónøgd á dagstovnaøkinum tætt inn at kroppinum hvønn dag. Øll vit í kommunala geiranum, ið kenna dagstovnaøkið vita, at har skal hugsast nýtt og munagóðar loysnir mugu á borðið fyri at økið skal vera haldført í framtíðini
Í okkara setu hækkaðu vit normeringina við 4,5 mió kr í 2020 og við 6,3 mió í 2021. Vit vóru fullgreið yvir at tað var ikki nóg mikið og heittu tí á umsitingina um at greina tørvin á normering.
Greiningin frá umsitingini vísti, at um normeringin í Tórshavnar kommunu varð sett til minimumsnormeringina, sum hon verður í Danmark í
2025, so skulu leggjast uml. kr. 36 mió aftrat játtanini býtt soleiðis:
Vøggustovur 17,2 mió
Barnagarðsstovur 9,1 mió
Frítíðarskúli 9,6 mió

Tórshavnar kommuna eigur at útinna viljan hjá einum samdum býráð og hækka normeringina til dagstovnaøkið við hesum 36 mió. Soleiðis kunnu vit sum størsta kommuna gera okkara til at bøta um arbeiðsumstøðurnar á okkara dagstovnum.
Hetta er heilt einfalt okkara skylda.

Eg vóni inniliga at TK gongur á odda við hesum týðandi stigi og at partarnir finna saman og finna semju soleiðis at námsfrøðiliga arbeiði fær tað virðing tað hevur uppiborið.

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad