Lýsing

Erling Eidesgaard

Eg eri giftur Annu, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, og vit eiga børnini Lív (1999), sum er læknalesandi í Keypmannahavn, Vár (2001), ið flytir til Florida í USA í desember, har hon skal svimja og lesa lívfrøði, og Bartal (2003), ið gongur á síðsta ári á Glasi.
Foreldur míni eru Anita og Jóannes Eidesgaard. Pápi mín hevur alt eg minnist verið aktivur í politikki, meðan mamma, sum hevur starvast í vælferðargeiranum meginpartin av yrkistíð sínari, hevur verið skansin. So eg havi fingið politikk og samfelagsviðurskifti inn við móðurmjólkini og havi altíð verið upptikin av politikki.

Eg eri føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Gekk í 1. flokki í barnaskúlanum í Trongisvági, í 2-4. flokki í barnaskúlanum á Hamri í Froðba og restina av fólkaskúlanum í Tvøroyrar skúla. Eg var eitt ár til skips við uppisjóvarskipi. Eins og tey flestu ungu í Suðuroynni, ið ætlaðu sær undir lestur tá í tíðini, gekk eg á Suðuroyar HF skeiði. Hetta var áðrenn studentaskúlin var stovnsettur í Suðuroynni.

Eg las til sivilverkfrøðing á Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby og varð liðugur í 1999. Eg starvaðist síðani sum verkfrøðingur í tvey ár á sjónvarpsdeilidini hjá Bang & Olufsen í Struer, áðrenn vit, ein dagin elsta dótturin kom heim úr vøggustovu og segði síni fyrstu donsku orð, nokkso bráddliga gjørdu av, at nú máttu vit heim. Síðani vit fluttu heim, havi eg starvast á lýsingarstovu í nøkur ár og í internetbransjuni í nøkur ár. Síðani 2008 havi eg rikið mína egnu fyritøku, sum framleiðir og selur brennivín.

Í húsinum hava vit ein sterkan felagsskap rundan um svimjing. Børnini hava svomið og svimja enn kapp á høgum stigi, meðan eg sjálvur og konan eru ídnir rørslusvimjarar hjá Havnar Svimjifelag. Og har havi eg sitið í nevndini síðan 2009, harav 7 ár sum formaður. Um sumrarnar svimji eg ofta um firðir og sund.

Vit hava stórt sæð altíð havt bát í familjuni, og okkum dámar væl at flota. Tað eru fá fólk í Havn, sum sigla so nógvar túrar til Nólsoyar sum vit. Í frítíðini dámar mær annars væl at ganga í haganum, at eta góðan mat, filmar, bøkur og hugna við familju og vinum.

Eg eri loysingarmaður og haldi, at vit skulu standa á egnum beinum. Vinnan skal hava góðar karmar og góð kor, og tað hevur alstóran týdning, at vit skaffa vinnuni betri marknaðaratgongd. Øll skulu hava somu møguleikar í Føroyum, og okkara stóra náttúruríkidømi skal koma okkum øllum til góðar; veikum, sterkum og samfelagnum sum heild. Vit skulu niðurlaga blokkin, hava yvirskot á fíggjarlógini og yvirtaka tey mál, ið eru eftir at yvirtaka og lýðveldið Føroyar skal stovnsetast.