- Tað er ikki nóg gott, at vit ikki hava fingið uppskot til broyting í helsingforsavtaluni, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
Í hesum døgum er ársfundur hjá Norðurlandaráðnum í Helsinki. Fundurin verður hildin í finska ríkisdegnum. Tað, sum fleiri við Bjørg høvdu glett seg til, er ikki á dagskránni í ár. Svarið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap.
Tvey ár eru gingin, og vit bíða enn
Hósdagin 31. oktober 2024 samtykti Norðurlandaráðið at endurskoða helsingsforsavtaluna. Mælt varð millum annað til at dagføra avtaluna munandi, har ímillum at javnseta sjálvstýrandi londini.
Tilmælið sigur, at helsingforsavtalan verður dagførd soleiðis, at luttøka í norðurlendska samstarvinum byggir á javnstøðu millum londini, og at grønlendsk, føroysk og álendsk luttøka í Norðurlandaráðnum endurspeglar menningina í teimum londunum og gevur smidleika at rúma ymiskleikum og framtíðarmenning.
Hvat heldur íslendska forsætisráðfrúan um, at hetta dregur út ?
Vit høvdu væntað eina niðurstøðu á fundinum í dag, segði við íslendsku forsætisráðfrúnna, Kristrún Frostadóttur, og setti henni síðan spurningin.
- Allir statsleiðararnir og alt Norðurlandaráðið eru samd um, at fólkaræði, javnstøða og rættindi fyri øll fólk í Norðurlondum eru avgerandi fyri norðurlendsku savningarmegina. Og fyri at gera hetta, verður helsingforsavtalan endurskoðað og broytt. Hetta verður gjørt m.a fyri at geva Álandi, Grønlandi og Føroyum javnrættindi í norðurlendska samstarvinum og fyri at byggja eitt sterkari norðurlendskt samstarv.
1. Hvat heldur íslendska forsætisráðfrúan um hetta?
2. Hvussu ætlar Ísland at tryggja, at tað kemur ein niðurstøða burturúr, og at tað verður sett ein freist fyri arbeiðinum við hesum?
Kristrún Frostadóttir stuðlar sjálvstøðugum føroyskum limaskapi
Bjørg var nøgd við svarið, hon fekk frá íslendsku forsætisráðfrúnni.
- Hon undirstrikaði, at Ísland stuðlar fullum føroyskum limaskapi. Bjørg heldur, at tað er gott at vita, at Ísland ikki er við til at draga málið út.
Vit valdu at tosa um tað kortini
Tað tóktist eitt sindur sum, at Finland ikki vildi hava arbeiðið við helsingsforsavtaluni at fylla nakað í viðgerðini í plenum, sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm.
Hesum vóru vit noydd at síggja burtur frá, tí um vit ikki varpa ljós á hetta, so kann arbeiðsbólkurin bara arbeiða í allar ævir, sigur hon. Vit máttu gera tað greitt, at vit mugu fáa eitt svar nú. Ja ella nei.

