Lýsing

Dennis Holm

Vælkomin á mína heimasíðu – og her kanst tú lesa eitt sindur um meg og míni áhugamál.

Eg eri føddur 05.02.1972.
Foreldur: Elise og Óli Holm
Hjúnafelagið: Heidi Kilgour
Børn: Alexander Holm Kilgour, Ronja Holm Kilgour og William Holm Kilgour
Útbúgving: Samfelagsfrøðingur
Yrki: Námslektari á Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróðskaparsetur Føroya

Um meg í politiskum høpi
Alt tað eg kann minnast havi eg verið partur av ítróttar- og frítíðarfelagsskapum í nærumhvørvinum í Vági.
Eg havi eisini sitið í Vágs Býráð í 10 ár, harav 8 ár sum borgarstjóri (frá ársbyrjan 2013 til árslok 2020).
Sum persónur havi eg ein greiða tiltrúgv til, at alt ber til – og tað bara er spurningurin um at finna loysnir á
teirri avbjóðing man stendur við.

Hetta hevur eisini eyðkent fleiri av teimum stóru verkætlanunum, sum eg havi verið partur av – verkætlanir,
sum nógv hildu verða órealistiskar og ikki kundu gjøgnumførast – nevnast kunnu Páls Høll, Marghøllin,
Ítróttaháskúlin, næmingaheimið til Ítróttaháskúlan og so framvegis.

Samanrenningin av einari tiltrúgv uppá, at alt ber til – og at alt ber til eisini í einum lítlum samfelag (hygg
bara eftir hvat hevur borið til í Vági), merkir eisini, at eg eri stórur forsprákari fyri, at vit eiga skipa samfelag
eftir egnum tørvi – heldur enn skipa sum eitt avrit av stóru grannasamfeløgum okkara.

-Eg haldi heldur ikki, at vit skulu verða so bangin fyri at gera neyðugar tillagingar av samfelagnum, tí okkara
samfelag er nettupp eyðkent við, at vit antin kunnu “avprøva” tillagingarnar í einum parti av landinum,
áðrenn tað verður sett í verk fyri alt landið – ella vit kunnu gera tillagingar í stigum og so “rætta inn”, um vit
ikki eru á 100% røttu kós.

Eg hava nógv áhugamál og hugsanir um hvørji viðurskifti eru týdningarmikil at taka hond um í føroyska
samfelagnum her og nú – fleiri av teimum áhugamálunum kunnu tit lesa um í valgreinunum frá mær.

Hetta filmsbrotið sigur eisini eitt sindur persónin og politikaran Dennis Holm:Leinkja til filmsbrot at leggja inn: https://youtu.be/_K2vWugoIt4