Lýsing

Grundlógin

Tjóðveldisflokkurin ger greitt í síni valskrá, at verða vit tungan á vágskálini, tá fólkatingsvalið er av hóskvøldið, tá fara vit at brúka tann møguliga íkomna samráðingarmøguleikan til tess, at fáa danskar myndugleikar treytaleyst at viðurkenna rættin hjá føroyska fólkinum at gera egna grundlóg, uttan at danir blanda seg uppí. Danir skulu taka sær av Danmark, meðan føroyingar skulu taka sær av Føroyum.

Annar av fólkatingsmonnunum, sum nú sita, hevur verið tungan á vágskálini hjá donsku javnaðarstjórnini í brátt farna valsskeiði. Hann hevur ikki brúkt hendan møguleikan sum jarnbrot, fyri at tryggja føroyska fólkinum hendan rættin.

Hann sigur í einum orðaskifti á Christiansborg fyri kortum, at stjórnin tvíheldur um betong-tulking av donsku Grundlógini. Og hann heldur fram: “Kortini er tað ein trupulleiki, at Stjórnin blívur við at tvíhalda um, at alt tað, sum gjørt verður í Føroyum, skal rúmast innanfyri karmarnar á donsku Grundlógini……………At stjórnin noktar at viðurkenna henda veruleika, verður ein trupulleiki um føroyska stjórnarskipanin aftur verður sett á skrá.” Orðaljóðið ger greitt, at føroyski fólkatingsmaðurin er vónsvikin av donsku andsfrændunum. Og orðaskiftið gjørdi púra greitt, at danska javnaðarforkvinnan, Helle Thorning-Smith, hvørki var til at høgga ella stinga í hesum viðvíkjandi. Tað er og verður bara ein Grundlóg galdandi í hinum danska ríkinum, sambært henni.

Lars Løkke Rasmussen hevur somu hugsan. Sum forsætisráðharri segði hann longu í 2010, at: “Regeringen har en meget klar linje. Vi holder ikke på Færøerne, hvis de ønsker at blive selvstændige.” Og hann heldur fram: “Men vi insisterer sådan set bare på, at de helt grundlæggende bestemmelser i rigsfælleskabet overholdes. Det udkast, der er på bordet her, med de kommentarer Justitsministeriet har givet, kan ikke være det papir, man vil sætte igennem på Færøerne.” Eftir at LLR hevði hitt løgmann, varð honum lovað, at uppskotið um nýggja Stjórnarskipan var tikið av borðinum. Onnur royndin, árið eftir, broytti onki uttan tað, at føroyska semjan, sum hevði verið frammanundan, hvarv sum døgg fyri sól. Ta ferðina segði LLR: “Ingen kan være tjent med – hverken i Lagtinget eller den færøske befolkning – at der er uklarheder i et beslutningsgrundlag, som vedrører Færøernes forfatningsmæssige stilling i riget.” Tað eydnaðist donsku imperialismuni at steðga føroysku royndini at fáa til vega sama fundament, sum flestu aðrar tjóðir í heimi standa á.

Nú kemur so Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum teimum á baki við hesum orðum: “– Det er helt udelukket med flere grundlove. Færøerne kan lave deres egen, hvis de bliver selvstændige. Jeg har talt med Lars Løkke Rasmussen og Helle Thorning-Schmidt, og de vil begge afvise kravet, siger Søren Espersen.”

Ein annar sum úttalar seg um málið er Finn Thranum, framsøgumaður hjá Vinstraflokkinum í Føroya-málum, hann sigur: “– Færøerne afgør selv, om de vil være selvstændige. Jeg ved ikke, hvordan Høgni Hoydal arbejder, men både Sjúrður Skaale og Edmund Joensen har haft god føling med, hvad de kan kræve. De har sat krav og har været realistiske og ikke overspillet deres rolle.”

Niðurstøðan er greið. Oddvitarnir í báðum valdsblokkunum á Fólkatingi – hinum reyða og tí bláa – ætla ikki at flyta seg ein tumma í grundlógarmálinum. Tað hevur heldur ikki verið neyðugt, tá ið “Sjúrður Skaale og Edmund Joensen har haft god føling med, hvad de kan kræve. De har sat krav og har været realistiske og ikke overspillet deres rolle.” Merkisvert, tá annar teirra hevur havt eina lyklastøðu á javnvágini, um hvønn vegin valdið í Danmørk skuldi fara, hesi seinastu 3-4 árini.

Grundlógarmálið liggur nú og andøvir orsaka av donskum trýsti, men upp ímóti tí realpolitisku støðu, sum danskur politikkur kann fara at standa í hóskvøldið, stendur punkt 5 í valskrá Tjóðveldisfloksins: “Verða vit tungan á vágskálini, tá fólkatingsvalið er av hóskvøldið, tá fara vit at brúka tann møguliga íkomna samráðingarmøguleikan til tess, at fáa danskar myndugleikar treytaleyst at viðurkenna rættin hjá føroyska fólkinum at gera egna grundlóg, uttan at danir blanda seg uppí. Danir skulu taka sær av Danmark, meðan føroyingar skulu taka sær av Føroyum.

Endamálið við hesum er, at føroyingar sjálvir – á fólkaatkvøðu – skulu sleppa at gera av, hvussu okkara Grundlóg skal skipast inneftir og úteftir, uttan uppíblandig frá øðrum enn okkum sjálvum.

Gott tjóðveldisval.

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad