Lýsing

Bakkafrost – umhvørvislig burðardygd og sosial burðardygd

Í tíðindunum hoyrdu vit um, at Bakkafrost hugsaði um umhvørvisliga burðardygd og at minka um útlátið frá veitingarketuni (keypa tí sum mest lokalt).

Í dagsins samfelag er tað eitt “krav” at fyritøkur hugsa um umhvørvið, og er tað at fegnast um, at føroyskar fyritøkur eisini hava tikið hendan táttin upp.

Ein nýggjur trendur er at fyritøkur eisini skulu hugsa sosialt – at fyritøkur eru sosialt burðardyggar (hetta er eisini týðandi partur av Heimsmálunum) – tað vil millum annað siga at fyritøkur skulu hugsa um at starvsfólkini hava góð arbeiðskor og eina løn, sum tey kunnu liva av.

Lønarstøðið í Føroyum verður fastlagt í samráðingum millum arbeiðsgevarafeløg og arbeiðstakarafeløg – og er tað eitt krav, at føroyskar fyritøkur rinda minstuløn sambært sáttmála.

Bakkafrost rindar sjálvandi løn sambært sáttmála og starvsfólkini virka undir teimum skipanum sum nú einaferð eru á arbeiðsmarknaðinum (t.d. Fiskavirkisskipanini).

Avbjóðing er, at arbeiðsfólkini hjá Bakkafrost í Vági eru í einari støðu, har 135 arbeiðsdagar um árið (sum tey hava arbeitt í 2022) og hetta stendur ikki mát við eitt vanligt arbeiðsár, har tað eru umleið 220 arbeiðsdagar. -Og tá gerandisdagurin í Føroyum fíggjarliga í stóran krevur fulltíðar starv um inntøkan skal røkka til dagin og vegin, so er skjótt at rokna út, at støðan er ikki góð.

Samstundis sum 40-50 fólk eru koyrd til hús fyri árið á virkinum hjá Bakkafrost í Vági, so vita vit eisini, at Bakkafrost skapar virðir fyri nógvar 100tals mió. krónur á firðunum í Suðuroynni.

Arbeiðsfólk í Suðuroynni hava ikki allar Føroyar sum arbeiðsmarknað, tað ber sostatt ikki til “bara” at fara í annað starv aðrastaðni í landinum – og í Suðuroynni eru ikki nógvir starvsmøguleikar. So arbeiðsfólkini á Bakkafrost í Vági hava ikki aðrar møguleikar enn at góðtaka eitt arbeiðaár á 135 dagar, hóast tey kundu hugsa sær annað.

Eg giti tað er í áhuganum hjá Bakkafrost at hava nøgd starvsfólk, sum eisini hava eitt fult arbeiðsár og vinna eina ársløn, sum kann verða grundarlag undir gerandisdegnum – hetta eru eisini ynskini hjá arbeiðsfólkunum. Spurningurin er so hvussu man fær hesi felags áhugamál og ynski at ganga upp.

Við ser-atgongd til firðirnar í Suðuroynni fylgir ábyrgd, eisini sosial ábyrgd. Kanska er ein fastlønarskipan fyri arbeiðsfólki ein partur av loysnini (inntil fast samband er um Suðuroyarfjørð)? Tá kann Bakkafrost eisini seta eitt grønt flugubein í sosiala burðardygd, á sama hátt sum Bakkafrost strembar eftir at liva upp til krøvini um umhvørvisliga burðardygd.

 

Dennis Holm

Valevni fyri Tjóðveldi

 

Dennis Holm

Deil hesa grein umvegis
468 ad