Lýsing

Fiskivinnan úr ymiskum sjónarhornum

Suðurstreymoyar tjóðveldisfelag skipar fyri almennum tiltakið í Smæruni, mikud. tann 20 nov. undir heitinum “Fiskivinnan úr ymiskum sjónarhornum”.
Tiltakið byrjar klokkan 19:00, og endar í seinasta lagi klokkan 21:00. Tríggjar framløgur verða, og aftaná hesar verður høvi hjá luttakarum at seta fram spurningar ella viðmerkingar til framløgurnar og/ella kjakið sum heild.
Framløguhaldararnir verða:
Kári Petersen,  búskaparfrøðingur.
Árni M Dam,  fyrrv. skrivari í Føroya Reiðarafelag.
Ingolf S Olsen, fyrrv. tinglimur og framsøgumaður í fiskivinnumálum.

Eftir nýggja uppskotinum er tilfeingið formelt enn fólksins ogn, men samstundis verða loyvini løgd um til 12 ára loyvir, og skulu leingjast á hvørjum ári, við einum ári, sokallaði rullandi 12 ára fiskiloyvir.
Hetta merkir við øvugdømi at um loyvishavari skal missa loyvið, so krevjast trý fólkavald løgting á rað at siga nei til at leingja loyvið við einum árið, 12 samanhangandi ár. Hvussu sannlíkt er hetta ? og hvønn týdning hevur orðingin fólksins ogn tá ?

Tað finnast nógvir aðrir viðkomandi spurningar, og nógvar viðkomandi viðmerkingar tá umræður okkara dýrasta tilfeingi. Hesar spurningar kunnu tit møguliga sjálvi seta á tiltakinum.
Vónandi síggjast vit í smæruni mikukvøldið

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad