Lýsing

YOKO ONO, BACALAO OG TJÓÐVELDI

(Røða hildin til Free Føroyar tiltakið 6. desember 2022)

Í Bilbao í Baskaralandinum hongur ein lepi á einum ynskitræi.

***

Bilbao er stórsti býur í Baskaralandinum – sum upp á so nógvar mátar líkist Føroyum.

Baskaralandið er partur av Spania, men ynskir at gerast sjálvstøðugt. Tað kenna vit alt til.

Baskarar hava egið mál og mentan – eins og vit.

Tjóðarítrótturin í Baskaralandinum er kappróður, sum hjá okkum.

Og so elska tey fisk. Serliga saltfisk. Úr Føroyum, sjálvandi. Føroyskt bacalao.

***

Men aftur til ynskitræið.

Á Guggenheim listasavninum í Bilbao stendur eitt træ. Eitt ynskitræ.

Ynskitrø er gamal siður og tey finnast um allan heimin í ymiskum skapum og við ymiskum endamálum.

Ynskitræið í Bilbao er eitt listaverk eftir Yoko Ono.

Einkjan eftir John Lennon.

***

Hvat hevur Yoko Ono til felags við Føroyar? Við Tjóðveldi?

Yoko Ono er japanskt og merkir Havsins barn. Tað hugsi eg, at vit øll kunnu relatera til so ella so.

Vit, sum liva og virka her – mitt í Atlantshavinum.

Yoko Ono er feminist – og tað kann eg í hvussu er relatera til.

Yoko Ono bjóðar av við síni list. Hon er politisk. Hon hevur humor og so er hon sannførd um, at stór megi liggur í sjálvum hugflognum, í ímyndanini.

Hon trýr uppá The Power of Imagination.

***

Ári, maður mín, spældi á fyrstu Free Føroyar konsertini í 2001. Tað var við orkestrinum Happy?, sum síðani bleiv til Makrel.

Guitaristur í Happy? og Makrel var Rasmus Rasmussen, sáli.

Tá, í 2001, var onki LGBT í Føroyum. Ongin pride á ólavsøku.

***

Einkultar hendingar kunnu kollvelta eitt heilt samfelag. Soleiðis var í 2006, tá Rasmus Rasmussen var álopin í Havn.

Bert tí hann var hann.

***

Tá ressaðust føroyingar. Nokk var nokk!

Vit vildu einar rúmligar Føroyar. Vit vildu einar litríkar Føroyar.

Vit eru komin langt síðani álopið á Rasmus. Men vit eru als ikki komin á mál.

So seint sum í síðstu viku var eitt mál meldað, tí ein persónur alment orðaði seg sera niðrandi um ein samkyndan persón.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, har vit øll hava javnbjóðis kor og rættindi.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, har hugtøk sum kynsligur samleiki, sammóður ella samfaðir ikki hava nakran týdning longur.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum rúma ymiskleika uttan at seta í bás.

Eg ímyndi mær einar Føroyar uttan haturstalu.

***

Fimm børn eru á stovni uttanlands, tí føroyskir myndugleikar ikki megna at lofta teimum.

Fimm børn, sum hava livað undir viðurskiftum, sum skaða bæði heilsu og menning.

Fimm børn, sum hava upplivað vanrøkt og vansorgan í heiminum og tí eru umsorganaryvirtikin av myndugleikunum.

Børnini eru send til eitt fremmant land. Við einum fremmandum máli. Fremmandari mentan. Langt burturi frá familju, vinum og øllum tí, sum er kent.

Orsøkin sigst vera, at vit ikki megna at taka okkum av teimum.

Hetta kann ikki góðtakast.

Nær hava vit hoyrt um, at til dømis danir senda síni mest útsettu børn og ungu til Fraklands, tí tey ikki hava umstøður til tey? Ella at norðmenn senda børn og ungdómar til Skotlands?

Tað hoyra vit ONGANTÍÐ. Tí tað ger ONKI annað land við virðing fyri sær sjálvum.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum loftar teimum, sum hava tað trupult. Teimum, sum av einari ella aðrari orsøk ikki megna at fóta sær.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum tekur sær av okkara veikastu við virðing og umsorgan.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum hava pláss fyri ØLLUM.

***

Vit elska Føroyar. Grønar og vakrar.

Men hyggja vit eitt sindur nærri, eru vit tó langt frá grønar.

Sambært heimasíðuni globalis.dk, sum Umhvørvisstovan vísir til, er tað bara eitt land í heiminum, sum hevur hægri CO2-útlát pr. íbúgva enn Føroyar.

Tað er Qatar!

Eitt land vit helst ikki vilja samanbera okkum við – hvørki so ella so.

Náttúran er heldur ikki í góðum hondum.

Vit, sum siga okkum liva við og av náttúruni, hava ikki so frægt sum eina náttúruverndarlóg!

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum eru sjálvbjargnar, tá tað kemur til orku. Grønari orku!

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum ansar eftir náttúruni hjá okkum øllum, so hon eisini kann njótast og brúkast av ættarliðunum sum koma.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum taka altjóða ábyrgd og liva upp til altjóða avtalur.

Eg ímyndi mær einar Føroyar, sum eru grønar – bæði so og so.

***

Hesi og mong onnur ynski hava eg og Tjóðveldi fyri okkum og Føroyar.

Nú kunnu tit leggja høvdini í blot og hugsa um, hvørjar Føroyar tit ímynda tykkum í framtíðini  – og síðani gera av, hvør av okkum valevnum umboða tykkum best á Tingi.

***

Aftur til lepan á trænum í Bilbao.

Í 2014 vitjaðu eg og Ári Guggenheim listasavnið i Bilbao.

Vit gingu okkum á ynskitræið hjá Yoko Ono, og eg hongdi ein lepa á træið.

Á lepanum stendur tað fyrsta og størsta ynski eg kom í tankar um:

Eg ynski mær einar sjálvstøðugar Føroyar!

***

Minnist til megina, sum liggur í ímyndanini.

Megina, sum liggur í tonkunum og dreymunum.

Vit mugu ongantíð gevast at droyma.

Droyma um einar frælsar Føroyar!

Liljan Weihe

Valevni, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad