Lýsing

Saman við Norðurlondum standa vit sterk

Eitt fólkatingsumboð eigur at gera alt fyri at verða saman við tí vanliga fólkinum. Hetta kann m.a. verða við at loysa dagligu trupulleikarnar, sum hesi kunnu renna seg í, tá ið tey flyta út ella til Føroyar í longri ella styttri tíðarskeið. Flytingini kann verða orsaka av sjúku, arbeiði, vinnuligum virksemi, vanligari flyting osfr.


Vanliga fólkið eigur altíð at kunna skriva til ella venda sær til fólkatingsumboðið. Tey kunnu koma við bæði ítøkiligum spurningum og við upplýsingum, um eitthvørt, sum fólkatingsumboðið eigur at hava kunnleika um og kann royna at gera nakað við. 


Vit skulu styrkja sambandið og samstarvið, sum vit hava millum øll Norðurlond. Tað skal verða lætt og smidligt hjá fólkið, vinnulívið og tænastum at ferðast ótarnað tvørturum landamørk. 


Hetta ger eitt fólkatingsumboð í samstarvið við føroyskar og norðurlendskar myndugleikar – og við vanliga fólkið.

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad