Lýsing

Hond í hond

Tá rúgvismiklu lærugreinarnar smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleiki og tónleikur, vórðu lagdar saman til ‘Handaverk og List’, bóru lærarar bangheit fyri, at onkur lærugrein fór at detta burturímillum og læruúrtøkan ikki fór at verða nøktandi. Í hesari skipan, hava børnini eina lærugrein í seks vikur og skifta so til næstu. Niðurraðfestingin hevur tíverri gjørt, at fleiri fak standa við sviðusoð, og hetta skiftir, alt eftir, hvussu raðfest verður.

 

Í hesum lærugreinum, læra næmingar at taka støðu, skapa frá grundini, gera feilir, rætta, samstarva, kenna tilfar, hugsavna seg og hava tað ofta stuttligt. Ja, ein næmingur læriri eisini, tá hann smílist. Tað handaligu og kreativa skapar gleði, nøgdsemi, økir trivnaðin og næmingurin sleppur úr høvdinum, út í kropp og hendur og heilin virkar á ein annan hátt. Prátið gongur ofta betri í hesum tímum. Ein uppbyggjandi ringrás, ið styrkir kjarnu barnsins.

 

At sleppa í dýptina og fáa møguleikan fyri, at læra fakið meira, duga orðini ið hoyra til og veruliga merkja stigvøkstur, gevur næminginum góðan førning. Tak til dømis handarbeiði, lærugreinin, ið hevur allar teknikkir, ið vit brúka í okkara føroysku klæðum.

 

At okkara børn og ungu trívast, er okkara ábyrgd. Vit vita, at handaliga virksemið og kreativt arbeiði, er við til at skapa nøgdsemi, gleði og eina kenslu av vælveru. Vit vilja eisini verða burðardygg og hava ein fjølbroyttan fólkaskúla, har rúm er fyri tí handaliga og kreativa.

 

Vit eiga at brodera og komponera hesar lærugreinar meira inn í skúlan. Brúka skapandi politisku evnini, børnum og ungum at frama. Tæða moldina. Tora at tilevna ein meira handaligan og skapandi skúla, so gróðrarlíkindini fyri trivnaði, læring og skúlagleði kann ganga hond í hond. Okkara børn og ungu, hava tørv á tí, tað síggja vit, og tað hava vit skyldu til at gera nakað við.

Deil hesa grein umvegis
468 ad