Lýsing

Blátt HF

Klaksvíkar HF-skeið er gult; nú skal tað gerast blátt!

 

Á Klaksvíkar HF-skeiði áttu vit at havt eina bláa breyt.

Ein tílík sjóvinnubreyt á miðnámi kundi bjóðað tvinnar undirbreytir, eina ætlað sjómansskúlanum og eina ætlað maskinmeistaraskúlanum.

 

Ein slík miðnámsútbúgving skuldi havt bæði praktiska og ástøðiliga læru við sjómansskapi, siglingarlæru, motorlæru og skipatøkni. Trygd á sjónum er ein grundarsteinur, og roykkavaraútbúgving eigur at verða partur av náminum.

Henda útbúgving skal gerast saman við Sjónámi.

Á bláu breytini fært tú grundleggjandi kunnleika til skipið sum arbeiðspláss, og tú lærir at sigla bæði maskinrikin skip og seglskip.

Og so eru hf-lærugreinar sum føroyskt, eingilskt og støddfrøði umframt aðrar vallærugreinar sum alisfrøði, miðlar, sálarfrøði ella búskap.

 

Ein blá breyt  hevði verið eitt gott íkast til eina fjøltáttaða miðnámsskúlaskipan, og hon hevði givið næmingum eina góða og holla grund undir víðari útbúgving á maksinmeistaraskúlanum og á sjómansskúlanum.

 

Í sjómansumhvørvinum í Klaksvík hevði ein blá breyt hóskað ógvuliga væl. Her er ríkt sjómanslív við bæði nógvum og ymiskum førleikum og ríkari sjómentan; her er yðjandi lív kring vágna, og tað trýtur ikki við fiskiførum. Dragin hevur roynst væl sum skúlaskip, og trygdarútbúgving og kavaraútbúgving eru eisini her.

 

So hví ikki hugsa gulu gólvini á HF blá og bjóða teimum ungu eina øðrvísi útbúgving, sum er blá og veruliga hóskar okkara veruleika!

 

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi

 

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad