Lýsing

Gunvør Balle

Vælkomin á heimasíðu mína 😊

Her kanst tú lesa eitt sindur um meg og virksemi mítt.

 

Eg eri fødd og uppvaksin í Havn, fór 18 ára gomul út í heim at fjakka og ferðaðist kring heimin í tvey ár, áðrenn eg fór undir lestur í Keypmannahavn. Eri útbúgvin cand.merc, búðu í Qatar nøkur ár og vit fluttu heim í 1997.

Fyrstu 10-12 árini av mínum arbeiðslívi var eg í privata vinnulívinum, longst á Skipasmiðjuni í Havn. Síðan 2005 havi eg starvast í Uttanríkistænastuni í landsstýrinum, har eg m.a røkti starvið sum sendikvinna Føroya í Íslandi í nøkur ár. Eg havi verið politikari, bæði í løgtingi (2011-2015) og í býráðnum frá 2017. Í býráðnum havi eg sitið sum forkvinna í mentanarnevndini og eisini verið limur í náttúru- og umhvørvisnevndini, vinnunevndini og fíggjarnevndini. Eg havi nógvar og breiðar royndir og býráðsarbeiðið hevur givið mær serstakliga gott innlit í, hvat rørir seg millum fólk og hvat hevur týdning fyri tann einstaka borgaran.

Eg stilli uppaftur til kommunuvalið tí eg ynski at at arbeiða fyri, at Havnin og Tórshavnar kommuna verður ein fjálgur, rúmligur og fjølbroyttur høvuðsstaður fyri øll, ið ynskja at seta búgv her.

Eg haldi, at kjarnuuppgávurnar hjá kommununi eru at tryggja yngstu og elstu borgarum okkara bestu umstøður at mennast og trívast. Tí skal fokus vera á hægri normering og størri fakligheit á dagstovna – og eldraøkinum.

Harumframt eru bústaðarmál eitt av mínum hjartamálum, eins og eg haldi at fjølbroytta vinnulívið í kommununi skal hava bestu umstøður at mennast. Høvuðsstaðarkommunan má ganga á odda í tí grøna skiftinum og mentan og list eru grundleggjandi tættir, ið skulu til fyri at fólk trívast og hava hug at búgva her. Øll fólk skulu kenna seg javnsett og vælkomin í høvðusstaðnum, uttan mun til um tað eru tilflytarar úr bygd ella uttanifrá, LGBT ella aðrir minnilutabólkar.

Fødd: 31. Mars 1967

Foreldur: Sten Balle og Margretha Mohr Balle

Hjúnafelagi: Sigurð í Jákupsstovu, sonur Elina og Hjalta í Jákupsstovu

Børn: Malan, Guðrun, Hjalti og Marita og tvey barnabørn

Útbúgving: Cand.merc frá CBS í 1993

Tpostur: gunvor.balle@gmail.com

 

X