Lýsing

Hvar kunnu flokkarnir finna eina semju?

Hvar kunnu flokkarnir finna eina semju?
Lóg um sjálvræði Føroya

Tíðin er farin frá tí sokollaða ríkisfelagskapinum, sum vit kenna hann í dag. Støðan er, at vit áhaldandi møta múrum, sum forða ella avmarka okkum at virka og luttaka fyri Føroyar og sum føroyingar.
Danski forsætismálaráðharrin Mette Fredriksen ynskir sær ein ríkisfelagskap millum javnbjóðis partar. Hetta er onkur samdur í meðan onkur annar ynskir sær eina loysn uttanfyri ríkisfelagskapin.
Men hvat er ein ríkisfelagskapur millum javnbjóðis partar?
Tað hava Kristian Joensen, námslektari og Bárður Larsen, lektari, kannað í einari tíðargrein ið kallast “Ríkisfelagskapurin (sokallaði) 2.0 – við lógaruppskoti til Lóg um sjálvræði Føroyar”.
Teir skriva, at hvørki danir øðrumegin ella føroyingar hinumegin, ella føroyingar sínamillum, eru samdir um, hvørja náttúru heimastýrisskipanin hevur, ella um heimastýrisskipanin er ein varandi skipan ella eitt stig á leiðini móti einum føroyskum stati.
Í tíðargreinini eru 8 tættir – 8 lógargreinar, sum við einum løgfrøðiligum atliti viðgerð hvussu ein loysn kundi sæð út, um tað skuldi verið ein ríkisfelagsskapur millum tveir javnbjóðis partar.
Vit halda, at politisku flokkarnir eiga at viðgera hetta evnið nærri, fyri at síggja hvar ein semja kundi verið funnin millum flokkarnar.
Tí skipa vit fyri hesum tiltakið mikukvøldið 29 mai og hava boðið øllum flokkunum at luttaka til eitt pallborðsorðaskifti.
Skrá:
19.30 – Rógvi Ólavson, orðstýrari bjóðar vælkomin
19.35 – Kristian Joensen hevur upplegg um tær 8 lógargreinirnar
20.05 – Kaffisteðgur á 15 minuttir
20.20 – Pallborðsorðaskifti við umboðum fyri politisku flokkarnar.
21.30 – Liðugt
Høvi verður at seta Kristiani Joensen og pallborðsluttakarunum spurningar.
Hetta er eitt tiltak fyri øll sum hava áhugað fyri ríkisrættarligu støðu Føroya, og vit vóna at síggja nógv fólk til tiltakið.

Tjóðveldi skipar fyri tiltakinum.

Tiltakið verður stroymt og sæst her:

beinleiðis leinkja á youtube her https://www.youtube.com/watch?v=jda3m5JL3tw

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad