Lýsing

Vælkomin á floksting í Hósvík 5 & 6 apríl

5. og 6. apríl verður flokstingið hjá Tjóðveldinum hildið í Bygdarhúsinum í Hósvík og ynskiligt er, at síggja tjóðveldisfólk í stórum tali leggja leiðina til Hósvíkar til eitt gott vikuskifti.

Fríggjakvøldið 5. apríl klokkan 19.00 byrja vit einum løttum innslagið áðrenn Sigrid J. Dalsgaard setur flokstingið. Fríggjakvøldið eru lógarfest mál á skrá, so sum framløga av roknskapi, umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla

Leygarmorgunin verður byrja við morgunmati, á skránni leygardagin er formannsrøða, gestarøðari, viðgerð og umrøða av førda politikkinum, frágreiðing frá Unga Tjóðveldið og annað.

Skráin:

Fríggjadagur 5. apríl

19.00   Sigrid J. Dalsgaard, aðalstjórnarforkvinna setur flokstingið
19.15   Mentanarlig framførsla
19.30   Tingið skipar seg við tingformanni, tingskrivara  og  yvirlýsingartoymi
20.00   Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar
21.00   Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
22.00   Kunning um limaskipanina – Heini
22.30   Val av grannskoðara

Leygardagin 6.apríl
08.30   Morgunmatur
09.30   Formansfrágreiðing, Høgni Hoydal floksformaður – verður stroymd á Facebook og heimasíðu floksins.
10.00: Viðgerð og orðaskifti
11.30:  Frágreiðing frá Unga Tjóðveldið
12.00:  Matarsteðgur
13.00: Pallborðsorðaskifti: Hvussu tryggja vit fólki møguleikar at seta búgv í Føroyum ið ber til at gjalda.
14.00: Steðgur
14.15: Pallborðsorðaskifti – (framhald)
15:15: Kristina Háfoss; Føroyar í Norðurlendska samstarvinum
16.00:  Politiskt orðaskifti framhald
17.00:  Yvirlýsing
18.00:  Flokstingshugni

Deil hesa grein umvegis
468 ad