Lýsing

Danmark velur aftur síðu ímóti okkum

Tað er spell, at tað skal vera grundað á kríggj, neyð og elendigheit, men reaksjónirnar í
Danmark og ES upp á føroysku avgerðina um at endurnýggja fiskivinnuavtaluna við Russland
vísir enn einaferð púra greitt, at "ríkisfelagsskapurin" er eitt til høvið konstruerað orð uttan
nakað sum helst innihald.

Danmark fer at fylgja ES í hesum spurninginum, onki er so vist sum tað, eisini um tað kemur
til verulig revistiltøk ímóti Føroyum. Júst sum støðan var fyri stívliga níggju árum síðan, tá
Danmark saman við ES boykottaði Føroyar, tí vit kannaðu okkum ein størri part av samlaðu
makrelkvotuni í Norðuratlantshavi.

Har er ongin ríkisfelagsskapur, sum kann forða tí. Danmark er bundið av sínum ES-limaskapi
og ikki av einum fiktivum ríkisfelagsskapi.

Almennu reaksjónirnar ímillum danskar politikarar og viðmerkjarar benda eisini á tað borðið,
at tað skjótt kann enda við revsitiltøkum av onkrum slag, tó at tað hesa ferð eisini er onkur
hendinga danskur politikari, ið mælir til at grípa í egnan barm, treyðugt so.

Danmark hevur deponerað stóran part av sínum suvereniteti í ES, og snúningspunktið í
danska samleikanum – bæði hjá politikarum, embætisverki, frøðingum og fjølmiðlum – er í
dag nærri Brússel enn Keypmannahavn.

Tí hoyra vit nú fólk úr øllum samfelagsløgum í Danmark, enntá fólkatingspolitikarar, sum tað
mest náttúrliga kjakast um, hvørt Føroyar bróta ES-lóg við at gera avtalu við Russland.
Tað er líka so høpisleyst sum at kjakast um, hvørt tað er brot á íslendsku ferðslulógina.
Føroyar eru jú ikki partur av ES.

Sjálvur haldi eg annars um føroysku avgerðina, at tað er stak óheppið, at vit yvir háls og
herðar hava tikið eina avgerð um framhaldandi samstarv við russar, uttan at hetta er
veruliga viðgjørt sum eitt føroyskt mál – ja, sum eitt etiskt mál.

Samgongan, sum var, hevur havt níggju mánaðir at sniðgeva og fáa samtykt eina haldbara
føroyska støðu í hesum máli, og hevur ikki gjørt tað. Hon hevur ikki so frægt sum roynt at
taka stig til nakað sum helst í tí sambandi.

Ingolf Sólheim Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X