Lýsing

Vit eru á góðari leið

Nógv fólk var komið at lýða á, meðan fiskimálaráðharrin setti Sjómannadagin í Klaksvík, – har mótstøðan var hørð ímóti fiskivinnunýskipanini.

Ei undur í, at nógv væntaðu tað ringasta.

Heilir flokkar í andstøðu og rættiliga peningasterkir menn brúktu jú nógva orku uppá at koma við ringastu spádómum. Vit minnast eisini, hvussu leiðslan í Klaksvíkar býráð royndi at ræða klaksvíkingar við hækkandi arbeiðsloysi og minkandi skattainntøkum.

Tíbetur gjørdi veruleikin hesum spádómum til skammar. Hetta vísir eisini, hvussu umráðandi tað er, at politikkarar ikki lata seg brúka at seráhugamálum. Tað ræður hinvegin um, at hava visjónir, ætlanir og hegni at fremja loysnir. Tað gjørdu samgongan. Vit gjørdu ikki alt rætt, og vit viðganga at tað rullaði illa á túrinum. Men nú gongur væl í landinum, og tað gongur væl í Klaksvík (sí talvu).

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað fegnast vit um og ynskja at góða gongdin sleppur at halda fram.

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad