Lýsing

Fólkið fyrst og fremst

Vit fara til val við einum greiðum setningi. Vit seta fólkið fyrst og fremst. Hetta merkir, at vit í komandi setu vilja gera munandi fleiri íløgur í fólkið, ið her býr.

Tórshavnar kommuna er landsins størsta við teimum flestu íbúgvunum og flestu skattakrónunum. Tí hevur kommunan eisini serliga skyldu at veita bestu tænastur og vera framsíggin á øllum økjum.

Vit í Tjóðveldi vilja tí tryggja betri tænastur og betri loysnir á teimum mest grundleggjandi vælferðarøkjunum, ið kommunan varar av.

Vit vilja veita munandi betri tænastur á eldraøkinum – og vilja tí betra og víðka um heimatænastuna og tryggja at fleiri flógvar hendur eru um okkara eldru í Heimatænastu og á ellis- og røktarheimunum.

Vit raðfesta námsfrøðiliga menning, innihald og nærveru í gerandisdegnum hjá børnum – og vilja tí hækka normeringina við hálvum tíma til hvørt barnið.

Vit seta øll segl fyri at loysa bústaðartrupulleikan í kommununi, og vilja tí nøkta eftirspurningin á grundstykkjum og saman við landsstýri, almennum og privatum íleggjarum, Bústøðum og øðrum áhugaðum samstarvspartum syrgja fyri, at vit megna at loysa bústaðartrupulleikarnar og tryggja eitt nøktandi útboð av góðum og fjøltáttaðum bústøðum.

Vit fara tí til val við hesum høvuðsmálum í okkara valskrá. Alla valskránna, har vit neyvt greiða frá okkara málum og sjónarmiðum á øllum økjum, finnur tú somuleiðis her og í breddanum omanfyri, undir “í kommununum”.

 

Betri heimatænasta og eldrarøkt:

Fleiri átøk skulu tryggja ein góðan aldurdóm við betri loysnum. Tjóðveldi fer at styrkja og víðka um Heimatænastuna og seta fleiri flógvar hendur á ellis- og røktarheimunum. Betri tænastur og fleiri starvsfólk kosta. Tí seta vit 10 milliónir eyka av til eldraøkið.

 

Meira tíð til barnið:

Vit vilja gera íløgur í børnini og skapa rúm til námsfrøðiligt innihald og menning. Børnini hava tørv á umsorgan og innihaldi í gerandisdegnum. Tí vilja vit hækka normeringina við hálvum tíma til hvørt barnið, og seta í verk námsfrøðiligu stevnumiðini fyri allar dagstovnar. Vit vilja seta 10 milliónir eyka av til at lyfta dagstovnaøkið og tryggja meira tíð til hvørt barnið.

 

Fleiri bústaðir nú:

Eftirspurningurin eftir bústøðum er munandi størri enn Bústaðir megnar at fylgja við. Tí er neyðugt við fleiri og bíligari grundstykkjum og fjøltáttaðari íbúðarbygging. Ódýrir bústaðir krevja miðvísa planlegging. Ítøkiligi íbúðartørvurin skal tí kannast og eftir hesum greið mál setast fyri, hvussu nógv skal bjóðast út nú og tey komandi 10 árini.

 

Betri karmar til vinnulívið:

Fjølbroytt vinnulív er fortreyt fyri framburði. Tað krevur góðar karmar at virka undir, og at vinnu-rekandi kunnu menna og vaksa um sítt virksemi. Tjóðveldi vil tryggja hesar karmar. Tað merkir góðar atkomumøguleikar og parkeringspláss, skjótari viðgerð av loyvum og at stuðla undir íverksetan og nýggjar, kreativar vinnuvegir.

 

Loysa ferðsluruðuleikan:

Stundum er ov stórt trýst á ferðslukervinum í Havn. Loysnin byggir á tríggjar tættir: Parkeringshús, býbussar og bleyta ferðslu. Tvey parkeringshús skulu fyrireikast, gjaldsfría bussleiðin skal víðka um tænastuna í allari kommununi, eisini leygar- og sunnudagar, og samanhangandi súkklukervi gerast í øllum býnum. Soleiðis loysa vit trupulleikan.

 

Lestrarbústaðir og frítíðartilboð:

Trivnaður og nøktandi ungdómstilboð til øll í kommununi er neyðug fyritreyt, skal ungdómurin støðast her. Tí skulu lestrarbústaðir útvegast og tørvurin á venjingarhølum til tónleikabólkar nøktast. Spælipláss, sparkivallir og ungdómstilboð skulu vera, har fólkið býr.

 

Rættvísur skattur:

Rættvísur skattur er at nýta skattapengarnar við skili og ikki oyðsla. Tórshavnar kommuna er fíggjarliga sterk, men tørvurin á íløgum í borgaran og betri tænastur er stórur. Skulu vit lyfta eldraøkið og dagstovnaøkið, sum er okkara fremsta ynski, er valla stórvegis rúm fyri skattalætta eisini. Í fyrstu syfti ynskja vit betri tænastur til fólkið fyrst og fremst.

 

Grøn orka er besta loysnin:

Við Tjóðveldi verður grøna hugsjónin tikin við í Tórshavnar kommunu. Vit krevja grøna orku í øllum nýbygningum, betri gagnnýtslu av fjarhitaskipanini, betri umstøður til el-bilar og at áir og vágir áhaldandi verða reinsaðar sambært almennu spillivatnsætlanini.

 

Betri tænastu og ávirkan til bygdirnar:

Tjóðveldi vil endurskoða skipanina við teimum ráðgevandi staðbundnu nevndunum. Tær áttu at havt meira myndugleika enn tær hava sum hoyringspartur. Okkara tilmæli er at økisnevndin verður skipað sum føst nevnd í býráðnum, at taka sær av málum, sum viðkoma bygdunum.

 

Sjónliga søgu og list í býin:

Mentan og list eigur at síggjast aftur, bæði í leik- og mentanarhúsum og allari býarendurnýgging. Vit vilja eggja til rúm fyri søvnum í býnum, so at søgan verður sjónligur partur av býnum og okkara samleika úteftir. Framsýningin hjá Søvnum Landsins eigur at verða flutt oman í miðbýin, og kommunan eigur at skipa sjóvinnusavn í Müllers Pakkhúsi.

 

Framsøknan ítróttarpolitikk:

Ítróttur og rørsla hava stóran týdning fyri trivnaðin. Møguleikarnir fyri ítrótti verða áhaldandi útbygdir, bæði fyri breiddina og úrvalsítrótt. Játtan skal á fíggjarætlanina til at byggja langhylin í Gundadali. Innandurahøll verður sett út í kortið. Golfvøllurin verður settur aftur á skrá og øllum øðrum ítróttargreinunum vilja vit tryggja góðar hølis- og vallarumstøður.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad