Kvøða til Fróðskaparsetrið á 60 ára degnum
KVØÐA TIL SETRIÐ 6O ÁR, OG HEILSAN TIL GUÐNI OG ULRIKE, HEIÐURSDOKTARAR
– Kæra Fróðskaparsetur okkara. Vitanarheimur okkara!
– Vegna Løgtingið heilsi eg tykkum so hjartliga til lukku við 60 ára degnum. Somuleiðis til lukku til tykkum bæði – Ulrike Steuerwald og Guðni Thorlacius Jóhannesson.
– Tað vóru vitborin hugsjónarfólk, sum settu Fróðskaparsetur Føroya á stovn. Tað hava verið eldsálir, sum bóru Setrið víðari á leið, og sum gera tað í dag, so Setur okkara virkar á høgum støði og í framtíðini kann teljast millum altjóða universitet. Tøkk fái tit øll fyri tað.
– Fróðskaparsetrið við lestrarbúsetri (kampus), við fjølbroyttum útbúgvingum og við góðum umstøðum er ein hin mest týðandi luturin at venda gongdini við vantandi tilflyting. Eitt ættarlið, sum lutvíst er burtur, er allar størsta avbjóðing, hetta landið hevur. Vit kenna øll ta skeiklaðu pyramiduna, sum er íkomin av, at fimti hvør í ungu ættarliðunum, sum flyta burtur, ongantíð kemur aftur. Og vit kenna stóra undirskotið av serliga kvinnum.
– Vit mangla í stóran mun tey ungu sjálvstøðugu, tey, sum hava dirvi og yvirskot til at seta spurningar og vera ein kritisk rødd. Tey, sum kunnu bjóða normum og fastgrónum siðvenjum av og sum skulu tryggja okkum fólkavøkstur. Uttan tey flyta vit okkum nógv spakuligari, enn vit kundu og áttu at gjørt.
– Vit mugu og vit skulu raðfesta útbúgvingar høgt, og her liggur stór ábyrgd á herðunum hjá okkum politikarum. Men, tað snýr seg als ikki einans um hægri játtanir. Vit eiga øll eina ábyrgd at tosa tað at lesa í Føroyum upp. At tosa tað at útbúgva seg upp. Her eru nógvir fyrimunir við at lesa, ella taka partar at hægri lestri í Føroyum, og vit vita, at júst tað gevur búfesti.
– Búfesti, hetta vakra orðið, ið rímar við trúfesti – tað at hava vilja og hava hug til at velja at búgva í Føroyum.
– Umframt at útbúgva okkara ungdóm og tilkomna fólk og at hýsa útlendskum lesandi, so er Setrið eisini kjarnin í teirri gransking, sum fer fram her heima. Og hvør, um ikki vit, skal granska í føroyskum viðurskiftum? Granska í havumhvørvi, veðurlagi, smásamfeløgum í altjóða høpi, serføroyskum sjúkum og brekum, kynsójavna, námsfrøði, søgu, máli o.s.fr.?
– Gransking skapar vitan. Vitan víðkar sjónarringin. Vaksandi vitan er ein fyritreyt fyri at bøta um fólkaheilsuna, at bjarga lívi, at loysa torførar tøkniligar uppgávur, at nýmenna vinnulív, at skapa nýggjar vinnuvegir, at effektiviser, og at varðveita – ja, listin er nærum óendaligur.
– Betri vitan fer ikki heilt at bjarga okkum undan at gera mistøk, ikki minst okkum politikarum, men vitan ger okkum betur før fyri at taka rættar avgerðir, í øllum føri á upplýstum grundarlagi. Álítandi vitan hevur neyvan nakrantíð havt størri týdning enn í álvarsomu støðuni, heimurin í dag er í.
– Hvar spretta og spíra so nýggjar hugsanir og nýmennandi verkætlanir? Tað gera tær í stóran mun í umhvørvum, har forvitni, vitanarhugur, arbeiðssemi, vinnulív og skapandi list fáa møguleikan at renna saman. Har royndir og forvitni hittast. Har fordómsforhang, ið forða okkara útsýni, verða burturbeind og tollynt víðskygni sleppur at ráða. Eitt kampus er eitt slíkt umhvørvi. Eitt øki, har vit kunnu savna undirvísing, gransking, starvsstovur, skrivstovur, bókasøvn, næmingabústaðir og tað, sum annars krevst.
– Tí er tað millum heimsins størstu misskiljingar at halda, at raðfesting av universiteti og útbúgvingum bert er fyri tey, sum hava hug og evni at lesa hægri lestur. Hetta er ein íløga fyri samfelagið sum heild og skapar okkum eina betri framtíð. Ein hin týdningarmesta íløgan yvirhøvur.
– Gongd er komin á at skapa hetta umhvørvið. Heima hjá okkum á Debesartrøð liggur ein stór mappa við tekningum av nýggja Setrinum, sum verður bygt beint framman fyri húsum okkara. Sum nærmastu grannar fara vit at missa fittan part av víða fagra útsýni okkara yvir Nólsoyarfjørð og oynna. Men afturfyri fáa vit eitt Setur, sum lyftir víðskygnið og útsýnið hjá øllum føroyingum og hjá landi okkara. Tann prísurin er væl verdur at gjalda.
– Setrið dregur eisini til sín dýrmett tilfeingi gjøgnum samstarv við hægri lærustovnar og granskingarumhvørvi úti í heimi. Í dag eru tveir slíkir kapasitetir, tvey góð og klók fólk, tilnevnd heiðursdoktarar.
– Góði Guðni, Til hamingju. Hjartliga til lukku!
– Sum løgtingsforkvinna er tað mær ein heiður at heilsa tær, fyrrverandi forseta Íslands, hjartaliga til lukku við at gerast heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya.
– Eg minnist, tá tú sum forseti Íslands, saman við frú Elizu Reid, vitjaði Føroyar í mai 2017. Tú sýndi landi okkara heiður og vísti, hvussu høgt tú raðfesti vinaband landanna millum. Vit vóru øll hugtikin av flotta og fyrikomandi forsetaparinum, og virðingin vaks, tá tú í Løgtinginum flutti fram eina væltalaða røðu – á føroyskum!
– Tú hevur vitjað fleiri ferðir og hildið fyrilestrar her á Setrinum, og meg minnist eina, sum tú helt her í Kongshøll – tú vart enn forseti – um søguna, tá Ísland í 1918 valdi at gerast eitt sjálvstøðugt land. Ein so sera hugtakandi søga um eitt stolt fólk, sum hóast at eldgos herjaði og tíðirnar fíggjarliga vóru harðar, valdi at taka ábyrgd av egnum landi.
– Vit kunnu, vit megna, og vit hava ábyrgdina – júst tann andin hevur gjørt Ísland til eitt av heimsins mest framkomnu londum, hóast tað telist millum tey minstu.
– Takk Guðni, fyri tað, tú bert okkum av vitan, áhuga og trúfesti, og blíðan byr víðari í samstarvinum við Setrið, nú sum heiðursdoktari.
– Góða Ulrike,
– Tað eru mong ár síðani, at eg av tingsins røðarapalli nevndi teg sum ein granskara, ið Føroyaland hevur so nógv at takka fyri, at vit áttu at borið tær ein almennan heiður. Tað fært tú vónandi ein dag – men í dag ert tú so vorðin heiðursdoktari á Fróðskaparsetri Føroya. Hjartaliga til lukku við heiðrinum!
– Stutt eftir aldarskiftið ringdi telefonin á tíðindadeildini í Kringvarpinum. Á tráðnum var ein mamma at barni við føroysku sjúkuni, sum vildi siga mær alt tað ótrúliga arbeiðið tú, í stóran mun sjálvboðin, gjørdi fyri hesi børn og foreldur teirra.
– Tú savnaði vitan og kveikti vón. Eg fekk tá innlit í ein part av tínum arbeiði við arvastreingjum, evnaskifti, nervalagi og øðrum, sum førdi til ymiskar sjúkur og brek, ofta við hægri títtleika her enn aðrastaðni, tí samfelag okkara er lítið, og ættarbondini so tøtt. Tú tókst meg á bóli, tá vit gjørdu sendingar um sonevndu føroysku sjúkuna, og tú við stórum ídni greiddi frá – á føroyskum við týskum máltóna. Tú leitaði eftir føroyskum fakorðum, eitt nú kveiki fyri enzym.
– Ulrike, eg eri ikki dagførd við øllum tí, tú hevur gjørt hesi seinastu árini, men eg veit, at tú hevur borið landi okkara vitan, umsorgan, ótroyttiliga arbeiðsmegi – og hevur sagt okkum, hvussu vit kunnu skipa betri tilboð og kunnu fáa staðfest arvasjúkur, kodaðar í ílegum okkara, so sleppast kann undan stórari líðing. Hetta eru dýrgripir, ið illa kann rindast fyri.
– Tit bæði – Ulrike og Guðni – eru gylt dømi um tað dýrmæta tilfeingi, fólk og land fáa, við at knýta góð og tøtt bond við granskarar, fakfólk og onnur úti úr heimi. Tøkk fái tit fyri tað.
– Góðu tit øll, næmingar, lærarar, starvsfólk. Tit, sum gera Setrið til tað, tað er í dag og skal verða frameftir. Vegna Løgtingið vil eg enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku og blíðan byr í spennandi tíðini fyri framman.
Kongshøll 12.septebur 2025
Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna


