Merkið er til reiðar!
Røða hildin til flaggdagshald hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldi, Tórshavn 25.apríl 2025
Tað eru í dag – um ein hálvan tíma – júst 85 ár síðani, at Frederick Mason, bretski konsulin í Føroyum, gav boðini um, at øll føroysk skip skuldu sigla við Merkinum. Danabrókin skuldi strikast og flaggið við tí reyða krossinum, tí bláu rondini og tí hvíta dúkinum skuldi vindast í mastrartopp. Flaggið, sum fleiri djarvir skiparar og fiskimenn longu høvdu sigld við, við vanda fyri at missa grønlandsloyvi og ella fáa aðra revsing. Flaggið, sum hevði vunnið undirtøku millum flestu føroyingar. Kvinnur og menn høvdu tá, í tvey áratíggju, alt oftari borið Merkið fram og vundið tað á stong á fólkafundum, til kravgongur, í veitsluhøpi og á hátíðardøgum. Ja, har, sum føroyingar savnaðust, ið hildu seg til stevnuna, at Føroyar skuldu ganga fram í øllum lutum.
Boðini klokkan 17 hin 25. apríl í 1940 frá Mason konsuli vóru, at føroyska flaggið skuldi brúkast, tó bert so leingi, sum kríggj var. BBC bar hetta kvøldið føroyingum tíðindini, sum skipini longu fyrr um dagin høvdu fingið í Onglandi og í Skotlandi. Bretska góðkenningin av Merkinum, sum tjóðarmerki føroyinga, var sostatt ein fyribils góðkenning, men eftir kríggið stóð øllum sólarklárt, at eingin skuldi váða sær, so mikið sum at umhugsa, at taka rættin til flaggið frá føroyingum.
Hóast Mason var góður vinur við Hilbert amtmann, ið var grummur, og als ikki vildi vita av sonevnda studentaflagginum, og hóast hann, Mason, hevði roynt at fingið fram eitt grønt-hvítt krossflagg – helst sum eitt kompromis – so virdi bretski konsulin, at føroyingar flestir vildu hava sítt egna flagg, og at hetta skuldi vera Merkið.
Tá vit fáa eitt føroyskt alment tignarmerki at lata fyri merkisverd avrik fyri land og fólk – tað fáa vit ætlandi skjótt – so eigur Sir Frederick Cecil Mason, sum andaðist í 2008, at fáa tað posthumt.
…
Merkið, sum í dag hevur 85 ár á baki sum viðurkent flag, og sum varð sniðgivið og seymað fyri 106 árum síðani, í 1919, er í eitt ungt flagg, sammet við flestu onnur fløgg í heiminum.
Vit savnast undir Merkinum, sum ein felags tjóð – eisini hóast vit hava ymiskan politiskan lit, ymiskar meiningar og í summum føri ikki eins virðisgrundarlag. Tað eru fleiri stór mál, vit ikki megna at semjast um. Eitt nú málið, sum fyri okkum tjóðveldisfólk hevur so alstóran týdning – ja, er raison d’etre fyri Tjóðveldisflokkin – at gerast eitt sjálvstøðugt land. Kortini eiga vit øll flaggið. Merkið er ein fráboðan til allan heimin um, at her eru vit føroyingar og vit umboða okkara land – tað verið seg sum ítróttarfólk, lesandi, vinnulívsfólk, politikarar, embætisfólk ella vanligur borgari á ferð. Merkið sigur søguna um landið hjá teimum, sum her hava, eru, og fara at liva og virka – at hetta er okkara land.
Har, ið merkini veittra, veittri eisini mítt
Tað var sonn hátíðarløta í túninum heima hjá okkum í VUHammershaimbsgøtu í morgun, tá eg slapp at vinda Merkið húnarhátt í nýreistu flaggstongini, sum er ein føðingardagsgávu frá familjuni, nú eg fyri kortum fylti runt.
Henda kenslan! At toga í flagglínuna og síggja Merkið spakuliga hevja seg upp í loft og breiða seg út í lotið í sínum vøkru litum og sleppa at sýna seg fram millum øll hini hundraðtals fløggini, sum í dag veittra kring allar Føroyar. Tað ER stórt!
Ylurin kendist kveikja heilt niður í hjartarøturnar. Eitt takksemi, ein vón og ein trúgv uppá hetta fólkið og framtíð okkara. Einføld romantisk nationalisma, vil onkur helst kalla tað. Hvat virði býr í slíkum, tí kann ein ikki liva av! Og jú. Vit liva júst av álitinum á okkara felags mátt og megi. Annars vóru tað ikki 55000 sálir og ein ørgrynna av fyritøkum, skapandi virksemi og lyftandi, grøðandi hondum, sum virkaðu her – í landinum, ið á ein hátt er so fjarskotið frá tí mesta, og kortini kennist vera so mitt í verðini.
Í landinum, sum kundi verið tilafturskomið og uttan serliga framtíð, men, sum er eitt nútímans og framkomið samfelag. Eitt land, sum lættliga kundi havt mist sítt mál og sína mentan, men sum gøðir og tæðir móðurmálið og kreativar andar hvønn einasta dag. Eitt land, sum ikki er perfekt, og har tað eisini eru fólk, sum líða og stríðast, men sum eigur orkuna at lyfta allar sínar borgarar, um bara vit gera okkum nóg stóran ómak. Eitt land, við stórum framtíðardreymum og við tí størsta málinum í eygsjón – at gerast eitt sjálvstøðugt land. Eitt slíkt land, hevur sjálvsagt sítt egna flagg.
Meðan flaggið soleiðis lyfti seg upp í vindin og nærkaðist toppinum, grunaði eg yvir, hvussu nógvar ferðir vit fara at vinda flaggið á hesa kritahvítu nýggju flaggstongina, áðrenn dagurin er her. Dagurin, tá vit hava rokkið málinum, sum vit hvønn dag arbeiða fyri. Tá vit eru viðurkend av øllum heiminum, sum eitt land, við sjálvsøgdum sjálvsavgerðarrætti. Eitt land, hvørs fólk tekur avgerðir um egna nútíð og framtíð.
Tað skuldi ein heimsbardagi til, fyri at skapa rekmáttin og støðuna, sum fekk bretar at viðurkenna Merkið. Og í løtuni tykist heimurin verða blakaður í eina disruptión – eina syndran av teirri heimsskipan, sum vit hava bygt á síðani seinna heimsbardaga. Í ruðuleikanum er umráðandi at finna røttu løgasteinarnar til at koma yvirum froðandi ánna og upp á turt.
Tað, at Grønland er komið í brennidepilin, tí ein amerikanskur forseti í ræðandi stórlætisørskapi vil taka Grønland undir ivasamt amerikanskt veingjabreiði, hevur skundað undir brádliga viljan at lata grønlendingar fáa sín sjálvsavgerðarrætt. Ivaleyst í teirri vón, at Grønland velur Danmark framum USA. Í Føroyum samráðist løgmaður við forfólkini úr øllum flokkunum og við donsku stjórnarleiðsluna, um hvørt sonevndi ríkisfelagsskapurin kann gerast ein ríkjafelagsskapur, við trimum, meira ella minni, javnsettum londum. Tað verður vónandi skjótt, at vit frætta nýtt frá hesum spennandi ringborðsamrøðunum. Fyri okkum tjóðveldisfólk má og skal eingin ivi vera: Rættin til at eiga og avgera framtíðina hjá landi okkara eigur bert eitt land, ein tjóð og eitt fólk – fólkið í Føroyum. Tí er sjálvsavgerðarrætturin treytaleysur og má ikki kunna vikast.
Men, góðu tit
Hóast hesin glæsiligi dagur, ikki er upprunnin enn, so hava vit flutt okkum rættuliga nær fullveldinum, sammeta vit við støðuna, tá Merkið varð teknað í 1919 og ella, tá flaggið varð viðurkent í 1940.
Við hvørt ivist eg eitt sindur í, hvørt fólk flest eru greið um, hvussu langt vit veruliga eru komin á sjálvbjargnisleiðini, í undanfarnu og í hesi øldini. Tað er minni munur í dag á Føroyum og londum, sum hava “pappír uppá” at tey eru sjálvstøðug. Sum kunnu vinda flagg sítt á stong frammanfyri hábærsliga ST bygningin í New York. Listin yvir málsøki, sum vit hava yvirtikið síðani seinna heimsbardaga er drúgvur, ja, vit nærkast at hava tømt Heimastýrislógina frá 1948, sum kom, eftir at fólkið varð svikið av sínum egnu fólkavaldu, ið ikki høvdu dirvið at gjøgnumføra tað loysingina, sum fólkið valdi í 1946.
Tað eru tó nøkur rættuliga týdningarmikil mál eftir, sum eg haldi at vit eiga at brúka nógv størri orku at fyrireika okkum til. Tey eru løgregla og rættarskipan. Tvey øki, sum hava alt ov stóran týdning til, at ábyrgdin fyri teimum, kann liggja hjá einum øðrum landi. Og, tað er IKKI verandi skipan, sum forðar okkum í, at yvirtaka hesi, samstundis, sum til ber at hava felags hægstarætt við Danmark ella annað norðurland, ynskja vit tað.
Einki forðar, segði eg, og tað er sjálvandi ikki heilt rætt. Tí tað, sum forðar stóru lopunum er aloftast hitt sama – væntandi vilji, tungar afturhaldskreftir og óttin fyri tí, ein ikki hevur roynt áður. Tjóðveldi hevur higartil staðið rættuliga einsamalt við viljanum at taka fulla ábyrgd av øllum økjum í samfelagnum, eisini løgreglu og rættarskipan. Men nú vónin aftur er kveikt um, at vit nærkast sjálvstøðuga landinum, so vóni eg, at flestøll skilja, hvussu neyðugt tað er, at vit av álvara at fara undir at fyrireika eina væl virkandi og trygga føroyska dómstóla- og rættarskipan. Hesi eru ein fyritreyt í einum sjálvstøðugum landi, hvørs grundvøllur er fólkaræði við tí tríbýtta valdinum – tí lóggevandi, tí útinnandi og tí dømandi.
Tað megna vit ikki, vit eru ov fá og ov smá, siga so mong. Men, álvara, hyggið kring okkum, og síggið, hvørji hav vit longu hava lyft. Fyri 50, 30, ja einans 20 árum síðani, hildu vit okkum ikki megna brotpart av tí, vit gera í dag. Fetini, ið eftir eru, eru ikki stór og tung, sammet við tey, ið longu gingin er. Og. Føroyar fara og skulu ongantíð virka einsamallar í heiminum. Einki land, sum vil klára seg væl, er ein avbyrgd oyggj. Føroyar fara at virka á jøvnum føti í teimum felagsskapum við onnur lond, sum fólkið velur.
Góðu tit – komið og leggið hondina á hjartað.
Hvørjum veittrar Merkið fyri?
Einum landi, sum loftar teimum veikastu? Einum landi, sum tekur altjóða ábyrgd? Einum landi, sum fer væl um náttúruna? Einum landi, sum setir komandi ættarlið fremst? Einum landi, sum torir at standa ímóti órætti og vísa despotum durafjórðingin? Einum landi, sum setir felagsskapin heldur enn einstaklingin fremst? Einum landi, sum fevnir fjølbroytni? Einum landi, sum býtir ríkidømið toluliga javnt? Einum landi, sum skapar trygg kor hjá børnum at vaksa upp?
Latið okkum seta okkum sjálvum spurningin hvønn einasta dag: Hvat kann eg gera fyri, at Merkið skal veittra yvir einum landi, har øll fáa so javnsettan møguleika, sum til ber, at vera við, at luttaka og at hava møguleikan at smíða sær eydnuna góða.
…
Merkið er til reiðar at heilsa sjálvstøðugu Føroyum vælkomnum í heimsfelagsskapin av sjálvstøðugum londum. Vit eru til reiðar.
Góðan flaggdag, og takk fyri!
Bjørt Samuelsen