Lýsing

Høgni í Stórustovu nývaldur aðalstjórnarformaður

Á flokstinginum í Hósvík varð Høgni í Stórustovu valdur til aðalstjórnarforfólk í Tjóðveldi.
Tvey valevni vóru í uppskoti til sessin sum aðalstjórnarforfólk í flokkinum.
Sandoyar Tjóðveldisfelag og Unga Tjóðveldið høvdu Jógvan Jón Henriksen í uppskoti, og Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði Høgna í Stórustovu í uppskoti.
Eftir eina spennandi atkvøðugreiðslu millum umboð frá øllum økisfeløgum floksins, Unga Tjóðveldið og ting – og landsstýrisfólki, varð Høgni í Stórustovu valdur.

Høgni í Stórustovu er 59 ára gamal, hevur lisið løgfrøði og hevur starvast sum deildarleiðari í Arbeiðsloysisskipanini síðan 2009. Høgni hevur breiðar arbeiðsroyndir sum fulltrúi í miðfyrisitingini, deildarstjóri á tryggingarøkinum, sum limur og formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd og nevndarlimur og forseti í Fótbóltssambandi Førroya.

“Eg gleði meg til at byrja í floksarbeiðinum, og fari við fullum huga at arbeiða fyri hugsjónini, at styrkja og savnað allar kreftir á loysingarveinginum í Føroyum, og at gera hugsjónir og tankar til veruleika. Tjóðveldispolitikkurin eigur at røkka út í hvørt heim í Føroyum, og við styrktum økisfeløgum, góðari samskipan millum okkara fólkavaldu, á tingi, í kommunum og flokkin. Tað er avgerandi at politisku flokkarnir eisini fáa eitt grundarlag at standa á soleiðis, at flokkarnir kunnu arbeiða virki fólkaræðinum at gagni”

Vit ynskja Høgna í Stórustovu hepna hond sum aðalstjórnarformaður.

Deil hesa grein umvegis
468 ad