Lýsing

Ein aktivur føroyskur radari á Christiansborg – altíð til arbeiðis fyri Føroyar

Føroyska tjóðskaparrørslan má hvønn einasta dag arbeiða av øllum alvi fyri, at føroyska fólkið skal hava ræðið á og ábyrgd av egnum landi – og at mennast og vera til sum tjóð. Fyri okkara fólkaræði, okkara vinnu og búskap, okkara mentan og máli, okkara atgongd og luttøku í heiminum og okkara samleika.

Alt hitt hendir av sær sjálvum, tá ið vit gerast líkasæl og lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum – ella um vit sjálvboðin leggja okkum niður. Onnur valdsáhugamál, onnur vinna, onnur mál og mentan og onnur umboðan verða skapað og koma inn á okkum – av sær sjálvum. Tað krevur onki av okkum bara at flóta við og lata tingini henda. Tað eru bert vit, ið kunnu skapa okkara framtíð. Annars bløða vit spakuliga út sum tjóð.

Okkara fólkaræði og tjóðskaparstríð er ikki nøkur hóttan móti øðrum tjóðum, og leggur kki onnur undir seg – ella tekur fólkaræði, sjálsvavgerðarrætt, mál og mentan frá nøkrum øðrum. Jú, tað hóttir gamalt stirðnað yvirvald hjá tjóðum, ið halda seg hava søguligan rætt at eiga og valda øðrum. Men tað kann bara skapa ein betri, rættvísari og fjølbroyttari heim.

Og tað er bert hetta, sum eitt fólkatingsval snýr seg um. Skulu vit framvegis stríðast fyri okkara tjóðarrættindum, fólkaræði og og menning, sum ættarlið undan okkum hava bygt? Ella skulu vit leggja okkum afturá og lata onnur taka avgerðirnar? Flóta inn í eitt annað vald og eitt annað land og ein annan veruleika? Vera ein donsk provins?

Fólkatingsval er ein staðfesting av, at vit ikki hava veruligt fólkaræði í Føroyum. Fólkatingsval verður hildið í Føroyum, tí tað er samtykt í Danmark. Og tað er sjálvandi fyri at halda okkum undir danska eindarríknum og at legitimera tað.

Ongantíð hevur tað verið so týðiligt sum nú.

Leggja okkum niður – ella lyfta okkum upp

Umboðini úr Føroyum í danska tinginum verða brúkt til at binda Føroyar fastari at Danmark og at leggja okkum undir valdið hjá øðrum. Tey royna so afturfyri at biðja pening úr danska statskassanum – eisini til yvirtikin málsøkir –  sum skal hjálpa teimum persónliga og teirra flokkum at keypa atkvøður í Føroyum, so valdið framvegis kann liggja í Danmark og spælið kann halda fram. Seinastu árini hava okkara fólkatingsumboð spælt sínar leiklutir til UG í hesum leiki um. Avgerðir um Føroyar verða tiknar á Christiansborg hvønn dag uttan um Løgtingið og Føroya fólk – og føroysku fólkatingsmenninir virka sum vaktarmenn og verja donsku stjórnina og avgerðir hennara her heima í Føroyum.

Og bæði okkara politiska skipan, okkara fjølmiðlar og okkara samfelagsorðaskifti speglar ein veruleika og ein sjónarring, sum verður skaptur á Christiansborg.

Bara nøkur dømi:

–          Danmark tekur avgerðir um at fara í kríggj og dregur Føroyar við, uttan at Løgtingið ella Føroya fólk er spurt.

–          Danska stjórnin sigur seg nú hava rætt at taka avgerðir um okkara handilsviðurskifti, fiskivinnuavtalur, telesamskifti, arktisk viðurskifti og alt samstarv við okkara grannar og onnur lond – tí tað skal nú flokkast undir “trygdarmál”, sum Danmark sigur seg eiga allar avgerðir um.

–          Danmark var formansland í ES og boykottaði allan fiskaútflutning og stongdi havnirnar fyri Føroyum í eitt heilt ár – við avgerandi atkvøðuni hjá einum føroyskum fólkatingsumboði aftanfyri seg.

–          Danmark strikar eina avtalu millum Føroyar og Ísland og Grønland og sigur, at “hatta sleppa tit ikki!”

–          Danmark tekur avgerðir um at seta ein hernaðarradara upp í Føroyum, uttan at Føroya Løgting ella Føroya fólk hevur samtykt tað.

–          Og í fjølmiðlunum hoyra vit meira um danskar politikarar, flokkar og serfrøðingar og teirra meiningar, um hvat vit skulu halda og gera, enn um føroyskar flokkar og tað, sum hendir í Løgtinginum.

Hvat hoyra vit frá føroysku fólkatingsmonnunum á Christiansborg? Jú, teir gerast eina virkin partur av øllum hesum, sum hendir av sær sjálvum, uttan eina virkna føroyska tjóðskaparrørslu. Teir gerast partur av donsku verjuni í Føroyum.

Tjóðveldi umboðar ta føroysku tjóðskaparrørsluna

Tað er tí, at Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsvalið við einum sterkum liði av virknum eldsálum fyri føroysk tjóðskaparmál.

Tí fólkatingsumboðini verða antin brúkt til at binda okkum niður, binda frið og leggja okkum sterkari undir danskt vald. At trútta niður í Føroya fólk, at vit eru ein danskur landslutur.

Ella tey kunnu brúkast til at lyfta føroysku tjóðina upp. Ikki binda hana niður og fáa hana at binda frið. Men at tala greitt og hart og týðiliga fyri føroyskum fólkaræði og sjálvræði. Verja og menna okkara rættindi og okkara samleika sum tjóð. Arbeiða allastaðni og altíð fyri Føroyar og føroyskum tjóðskaparmálum – so tað hoyrist og sæst bæði í Danmark og úti í heimi.

Tað ger Tjóðveldi. Tað hevur altíð vunnið okkum virðing. Og tað hevur altíð verið tað, sum mennir okkum sum fólk og land.

Vit lata ikki onnur taka avgerðir og seta radarar upp hjá okkum, uttan at vit sjálv hava samtykt tað og standa fyri tí.

Vit eru hinvegin ein 100% aktivur føroyskur radari á Christiansborg fyri føroysku tjóðina. Sum alt samdøgrið skannar og sær allar avgerðir, har onnur fara inn í tað føroyska fólkarøðsilsig og politiska rúmið. Og sum sendir boðini og veruleikan heim til Føroya og tað føroyska fólkið. Sum sjálvandi blinkar og larmar, tá ið roynt verður at flúgva og sigla yvir um føroysk áhugamál og føroyskt fólkaræði.

Og sum altíð kastar ljós á tey viðurskifti, ið kunnu menna okkum sum tjóð, ið tekur ábyrgd av sær sjálvari og heimsins málum.

Tú kanst seta upp og tendra ein føroyskan radara við at velja Tjóðveldi á fólkatingsvalinum komandi.

X við E

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad