Lýsing

Lat ALS fáa frið at verða trygdin hjá arbeiðaranum

Politikkarar tosa nú í álvara um at lækka skattin, tøma sterkar grunnar og gera eina nýggja fleiri-milliarda-íløgu.

Minnir nakað av hesum um 80´ini?

Samstundis hevur Landsverk víst á, at samlaði tørvurin á játtan til viðlíkahald og dagføring av landsvegum, tunlum og brúm er mettur at vera 375 mió. kr.

Hevur nakar politikkari sagt seg vilja raðfesta hetta fram um nakað annað?

Neyvan!

Jùst tí áttu vit at kravt, at játtan til rakstur og viðlíkahald fylgdi við hvørja ferð vit samtykkja at seta gongd á eina íløgu. Gjørdu vit tað, var eftirsleipið av viðlíkahaldið nokk ikki so stórt, sum tað er í dag.

Eisini mugu vit tola at hava sterkar grunnar. Tað ger onki, um har eru milliardir í ALS-grunninum. Vit eru hóast alt í bestu tíðum nakrantíð. Rakar arbeiðsloysið ella ein korona-líknandi støða, so tømist skjótt úr honum.

Er tunnilin ein skilagóð íløga, sum nógv vísa á, at hann er, so áttu íleggjarar og teir peningasterku í landinum at víst áhuga í at gjørt sítt til at fingið hann til vega. Yvirskot teirra eru tilsamans í milliardaupphæddum, og ynski eru um at gera íløgur í alt møguligt.

Teir keypa bankabygningar, bakaríir, eru úti eftir bygningum í miðbýum osfr. Hví ikki geva teimum møguleikan at fíggja ein part av Suðuroyartunnlinum. Um áhugin ikki er til staðar, eiga vit at verða varin við at brúka tryggingina hjá arbeiðaranum til at fíggja tað, sum teir peningasterku ikki vilja vita av. Tað eru hóast alt partarnir á arbeiðsmarknaðinum sum eiga ALS og ikki tað almenna, tí eigur tað almenna at ansa eftir, ikki at fara við uppsparingini hjá vanliga arbeiðararnum, sum var hon almenn! Um vit halda at ALS-grunnurin er í so sterkur, so er at lækka inngjaldið, heldur enn at brúka gjaldið til at fíggja eina íløgu, sum trupult er at fáa fígging til. ALS-grunnurin er so mikið sterkur, at hann – sambært heimasíðuni – tolir eitt arbeiðsloysi upp á 10 prosent í 4 ár og 1 mánað. 10 prosent er ikki óvanliga høgt arbeiðsloysi í europeiskum høpi og heldur ikki í føroyskum. Tí eiga vit at vóna, at arbeiðsloysið ikki rakar so ógvusliga aftur, men hinvegin eiga vit at fara við ALS og styrkja grunnin, sum um at arbeiðsloysi kann raka, nær tað skal verða.

Skal tunnilin gerast má hann gerast innanfyri verandi íløgukarm, og verandi rakstrar og viðlíkahaldskarm.

Tað er ov kreativt at fara útum fíggjarlógina eftir grunnum, sum eru sterkir. Vit eru hóast alt í bestu tíðum, og mugu tola sterkar grunnar.

Um vit eru í bestu tíðum og ikki megna at fíggja ein tunnil, men velja at gera hann allíkavæl, so má avleiðingin verða at annað má bíða. Vit kunnu ikki gera alt í senn!

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad