Lýsing

Vit eru við, Sólvit!

Tað var bæði gott og gleðiligt, at nýggi almannamálaráðharrin tók málið um starvsfólkatrot fram sum eitt høvuðsmál, nú hann byrjaði í landsstýrissessinum. Avbjóðingin er stór og ein røð av átøkum skulu til, fyri at bøta um støðuna.
Vit í Tjóðveldi hava í løtuni eitt uppskot á tingi, har ein røð av boðum eru við. Eitt boð er ein serlig lønarpulja til at hækka tær lægstu lønirnar innan økið. Hetta er ásannandi av, at lønin hjá nøkrum starvsbólkum er so mikið lág, at tað er so at siga ógjørligt at liva av henni. Eg eri eisini sikkur í, at lønin hevur nakað at siga um, hvussu lokkandi økið er.
Tí havi eg í dag spurt nýggja almannamálaráðharran, um hvat hann heldur um, at tað verður sett ein lønarpulja til at hækka lægstu lønirnar.
Avbjóðingin er so mikið stór, at skal ein varandi og nøktandi loysn finnast, so røkka vit henni best saman – bæði flokkar, kommunur, fakfeløg, stovnar og aðrar relevantar partar. Vit hava í Føroyum góðar royndir at vísa á. T.d. tá alt Løgtingið stóð saman um at gera eina ætlan fyri sjúkrahúsverkið, sum kom í kjalarvørrinum á stórum læknatroti tá.
Eg havi eisini spurt, hvørji átøk landsstýrismaðurin metir hava størst týdning fyri at bøta um starvsfólkatrotið og hvussu starvsfólkatrotið ávirkar tænasturnar hjá Almannaverkinum.

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad