Lýsing

Mismunur skal ikki gerast á fólki á arbeiðsmarknaðinum – heldur ikki vegna aldur

Kristina Háfoss og Heðin Mortensen, leggja í dag fyri Løgtingið uppskot – vegna Tjóðveldi og Javnaðarflokkin – ið skal tryggja, at mismunur ikki verður gjørdu á fólki á arbeiðsmarknaðinum.

Í Føroyum mangla vit lóggávu, ið skal tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki á arbeiðsmarkninum. Hetta ynskja vit at broyta. Bæði tá umræður mismun sum heild, men eisini tá umræður mismun vegna aldur.

Í grannalondum okkara er aldursmarkið fyri, nær tú skalt av arbeiðsmarknaðinum í flestu førum tiltikið burtur. Orsøkin er, at ynskt verður ikki at gera mismun vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum, og at fólk, uttan mun til aldur, hava rætt til sakligar grundgevingar fyri, hví tey ikki kunnu verða í einum starvi longur. 

Í Føroyum er almenni politikkurin, at pensjónsaldur er frá 67 ára alduri, men at tú kanst halda fram í starvi hjá landinum til tú ert 70 ár. Eftir hetta kann starvsetanin leingjast upp til 2 ár í senn.

Uppskotssetararnir ynskja at broyta og betra um hetta. 

Øll eru vit ymisk, og tað er sera ymiskt, hvussu væl vit eru før fyri, at halda fram at arbeiða tá vit gerast eldri. Eisini er sera ymiskt, hvat hvørji størv krevja, og hvussu nógv slit ymisk arbeiði geva eftir langt arbeiðslív. Men tað má vera upp til tann einstaka, saman við arbeiðsgevara sínum, at meta um, hvørt møguleiki og ynski eru um, at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, eisini eftir 70 ára aldur.

Vit meta at tíðin er farin frá, at hava ein ávísan aldur knýttan at, um tú kanst vera á arbeiðsmarknaðinum. Vit ynskja at øll, ið hava ynski um hetta, og sum megna tað, fáa møguleika at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, uttan mun til aldur. 

Tí verður heitt á landsstýrið um, at leggja fyri Løgtingið neyðuga lóggávu, ið tryggjar, at mismunur ikki kann verða gjørdur á fólki á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki vegna aldur. 

Undanfarna landsstýri legði løgtingsmál nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, fyri Løgtingið 7. mars 2019. 

Málið fall burtur sbrt. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði. 

Vit mæla landsstýrinum til, at taka málið framaftur, viðgera tað saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og saman tvørpolitiskt samgonga og andstøða, soleiðis at vit saman kunnu tryggja eina góða og tíðarhóskandi lóggávu á hesum øki í Føroyum. 

Á Løgtingi, 6. Mars 2020

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin 

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X