Lýsing

Nú ríður tú lágt, Bjørg Dam!

Góða Bjørg, ikki hevði eg væntað av einum kvinnuligum politikara sum tær, at tú, móti betri vitandi, fór at bera slíkan rangan vitnisburð ímóti mær. Men sjálvandi, val dysturin er um at koma í hæddina, so tá galda ivaleyst allar snildir.

  • Tú veit fullvæl, at avgerðin um at tyrva grótið úr Sandoyartunlinum, eins og valið av staðseting fyri arbeiðinum sunnanfyri Velbastað, er tikin eina og aleina av tunnilsfelagnum. Teitur Samuelsen, stjóri, ella Christian Andreassen, advokatur, kunnu vátta hesum.
  • At Búnaðarstovan, sum umsitur landsjørðina, ið er ogn hjá Føroya landsstýri, hevur sett tunnilsfelagnum ávísar landbúnaðarfakligar treytir fyri at kunna nýta landsjørð til endamálið, og sum tunnilsfelagið hevur góðtikið, er ein avtala millum teir báðar partarnar. Ivast tú í tí partinum, átti tú at vent tær til Búnaðarstovuna ella til Fiskimálaráðið, sum varðar av landbúnaðarmálum, at frætta nærri um hesi viðurskifti, heldur enn at bera illgitingar víðari.
  • Tú veit somuleiðis væl, at eg havi staðiliga víst á teir bygnaðarligu skeivleikarnar við at leggja slíkar stórar verkætlanir yvir í partafeløg, uttan at neyðug samfelagsatlit samstundis verða sett greitt upp sum fortreytir. At brigsla mær um at raka til mín sjálvan, er undir alt lágmark.
  • At skynsom og skilagóð gagnnýtsla av tunnilstilfarinum ikki var fakliga greinað og viðgjørd, og tikin við í fortreytirnar fyri verkætlanini, er eitt av fleiri dømum um, at landspolitikararnir ikki vóru sína uppgávu nóg vaksnir, tá tunnilsmálið varð viðgjørt.
  • Tú veit eisini væl, at verandi býráðssamgonga avgjørt var opin fyri øllum skilagóðum loysnum á gagnnýtsluni av tunnilstilfarinum úr Sandoyartunnlinum; t.d. til bakkaverju ella útfyllingar í Kirkjubø (sum friðingarmyndugleikarnir ikki vildu loyva), vinnuøki á Gomlurætt (ið tunnilsfelagið mátti hava Tórshavnar kommunu at gjalda fyri seg ), tilfar til byggibúningar av grundstykkjum (ið undirtøka ikki fekst fyri), tilfar til undirstøðukervið o.s.fr., o.s.fr.
  • Tú sigur, at landsstýrismaðurin gjørdi eina roynd, sum tó heldur ikki bar á mál, til at finna aðra gagnnýtslu enn tyrving. Men Harragud, Bjørg, landsstýrismaðurin í samferðslumálum ræður einsamallur yvir ársaðalfundinum í P/F Eystur- og Sandoyartunnlar, so um hann veruliga meinti nakað við sína útsøgn um at finna aðrar loysnir, so kundi hann bara havt trumfað og  givið leiðsluni í tunnilsfelagnum harraboð um tað, og um hon ikki lýddi boðini, so skift leiðsluna út.
  • Men veruleikin er jú, sum tú væl veitst, at úttalilsini hjá landsstýrismanninum bert eru kávalótir. Hesum váttaði Bogi Andreassen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar býráð, eisini í Kvf her fyri, tí vilji er ikki landspolitiskt til at játta eyka til arbeiðið. Og so má man heldur royna seg við at fáa flutt fokus frá tí veruliga trupulleikanum og í staðin yvir á kommununa.

 

Eg haldi ikki, at bakbit, sum títt, eru nøkur uppbyggjandi leið at ganga í hesum føri. “Gjørd gerð fær onga vend” sigur orðatakið, og soleiðis er helst tíverri statt við tunnilsmálinum, tí tunnilsfelagið førir m.a. fram, at broytingar á leiðini kosta so ovurhonds nógv og kunnu seta kredittvirðið hjá Føroyum í váða. Men vónandi kunnu landspolitikararnir læra av hesum, nevniliga, at alneyðugt er at gera munandi dyggari forarbeiði, har landsins fakmyndugleikar verða tiknir við uppá ráð, áðrenn aðrar stórar verkætlanir um útbyggingar verða sleptar leysar í partafelagshami. Hetta umrøddi eg eisini í lesarabrævi mínum tann 18. august (sí leinkju niðanfyri), har eg eisini segði, at Heðin Mortensen, landsstýrismaður, ikki eigur ábyrgdina av fløktu støðuni, sum málið er endað í, tí hann er so nýliga komin í sessin sum landsstýrismaður í samferðslumálum.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/nei-hedin-mortensen-torshavnar-kommuna-hevur-ikki-sovid-i-timanum/

 

Lat ongan iva verða um, at í mínum hugaheimi eru undirsjóvartunlarnir í Føroyum eitt stórt frambrot og eitt vælsignilsi. Mínar atfinningar snúgva seg um, at neyðugu samfelagsatlitini ikki hava fingið nóg holla rúmd og eru tikin við uppá ráð í fyrireikingararbeiðinum av hesum verkætlanum.

 

Gott Løgtingsval.

 

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad