Føroyski staturin

8 March 2026
Skrivað hevur
Erling Eidesgaard

Eg eri brennandi loysingarmaður og sannførdur um, at Føroyar høvdu klárað seg munandi betri, um vit vóru ein statur.

Eg taki undir við einum sjálvbodnum felagsskapi við Danmark, um tað er tað, sum krevst fyri at fáa semju í Føroyum. Men tað er altavgerandi, at vit á ongan hátt eru undir Danmark, men standa lið um lið. Minni kann ikki góðtakast!

Í ávísan mun er tað hjartað, ið ræður, men tað er sanniliga eisini vit og skil. Tí tann danska spennitroyggjan kostar okkum dýrt.

At vit uppá skjótt 80 ár einans hava megnað at gjørt seks handilsavtalur, meðan Ísland, til samanberingar, hevur yvir tretivu, er sjón fyri søgn. Eingin tosar við okkum, tí flestu statir síggja okkum sum ein danskan landslut.

Tað merkir, at føroyskar fyritøkur, á fleiri marknaðum, hava verri treytir og fáa lægri prís fyri td. laks og makrel enn kappingarneytarnir. Og sum eitt annað menningarland útflyta vit stórt sæð bara rávøru til onnur lond at ríka seg upp við. Hetta kostar okkum hundraðtals milliónir um árið.

Eisini innan ítrótt hava vit átrokandi tørv á at gerast ein statur. Um skamma stund kunnu vit standa í tí støðu, at eitt føroyskt hondbóltslið kvalifiserar seg til OL, men noyðist at sita heima, tí vit ikki fáa tikið okkum saman.

At gerast ein statur snýr seg um virkisfrælsi til fólk og vinnu og um harðan valuta.

Tað snýr seg ikki um at repa segl ella at slíta nakað samband. Tað snýr seg tvørturímóti um at seta øll segl og at knýta sambond við onnur lond og við altjóða felagsskapir. Sambond, sum bara sjálvstøðug lond kunnu knýta.

Set kross við Erling Eidesgaard

valevni fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.