Erling Eidesgaard

Saman við Annu eigi eg børnini Lív, Vár og Bartal.

Foreldur míni eru Anita og Jóannes. Pápi mín hevur so langt eg minnist verið virkin í politikki, so politikkur og samfelagsviðurskifti hava altíð fylt nógv.

Eg eri føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Aftaná fólkaskúlan var eg til skips í eitt ár og fór síðani á HF, eins og mong onnur ung í Suðuroynni tá í tíðini; áðrenn studentaskúlin varð settur á stovn í oynni.

Seinni fór eg til Danmarkar at lesa til sivilverkfrøðing á Danmarks Tekniske Universitet í Lyngby og varð liðugur í 1999. Eftir loknan lestur starvaðist eg í tvey ár hjá Bang & Olufsen í Struer. Vit fluttu heim í 2001. Fyrstu árini starvaðist eg í einari lýsingarfyritøku og síðani í einari tele- og internetfyritøku. Síðan 2008 havi eg rikið egna fyritøku, sum framleiðir og selur brennivín.

Eg stillaði upp á fyrsta sinni á løgtingsvalinum í 2022. Eg fekk 216 atkvøður, og tað rakk ikki til ein sess á tingi. Men Tjóðveldi kom í samgongu, og tí havi eg kortini sitið á tingi bróðurpartin av valskeiðnum.

Svimjing hevur ein serligan leiklut í familjuni. Børnini hava kappast nógv í svimjing, og gera tað framvegis. Eg eri sjálvur virkin rørslusvimjari í Havnar Svimjifelag, har eg eisini havi sitið í nevndini í nógv ár; sjey av teimum sum formaður. Um summarið dámar mær væl at svimja um firðir og sund.

Vit hava altíð havt bát í familjuni, og nógv frítíð fer við at vera á sjónum. Annars dámar mær væl at ganga túrar í haganum, njóta góðan mat, hyggja at filmum, lesa bøkur og brúka tíð saman við familju og vinum

Føroyar eiga at taka ábyrgdina av egnari framtíð og vit skulu standa á egnum beinum. Tað er týdningarmikið, at vinnan hevur góðar karmar at virka undir, og at vit arbeiða fyri betri marknaðaratgongd úti í heimi. Samstundis eiga øll í Føroyum at hava somu møguleikar, og okkara stóra náttúruríkidømi eigur at gagna øllum – bæði tí einstaka og samfelagnum sum heild. Málið er at minka um blokkin, tryggja yvirskot á fíggjarlógini, yvirtaka tey málsøki, sum eftir eru, og fremst av øllum mugu Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land.