6% av BTÚ brúka vit upp á vinnustuðul!

12 March 2026
Skrivað hevur
Kim Hansen

Hetta merkir, at 6% av allari úrtøku hjá øllum frisørum, hjálparfólkum, sjúkrarøktarfrøðingum, verkafólkum, fulltrúum, sjómonnum o.s.fr. verður brúkt til vinnustuðul til fiski- og alivinnuna. Hesi milliarda virði verða á hvørjum ári latin til nakrar heilt fáar føroyskar eigarar, umframt nakrar útlendskar íleggjarar.

Tað er neyvan nøkur økonomisk órímiligheit her á landi, ið hesin vinnulívsstuðul ikki eigur sín lut í. Tað er púra høpisleyst at tosa um manglandi fíggjarligt haldføri, pensjónsaldur, sethúsamarknaðin, til- og fráflyting hjá teimum ungu, vælferð o.a., uttan at taka fatur í nógv nógv tann størsta búskaparliga trupulleikan vit hava í Føroyum.

Vit verða heilt einfalt noydd til, at læra okkum at telja pengar og virðir rætt her í Føroyum. Tískil er neyðugt hjá allari tjóðini og politisku skipanini at taka hetta í álvara.

Eg taki hetta í álvara!

Fyri teg, meg og Føroyar

Vel Kim Hansen

Vel Tjóðveldi