Kvinnustríðsdagur

8 March 2026
Skrivað hevur
Sirið Stenberg

Góðan kvinnustríðsdag!

Ein av størstu javnstøðuavbjóðingum er at vit mangla umleið 2400 kvinnur í Føroyum. Skulu vit hava eitt haldført samfelag mugu vit seta átøk í verk at bøta um hetta.

Hví støðast kvinnurnar ikki í Føroyum, og hvat skal til fyri at broyta hetta? Hetta er eitt álvarsmál, og átøk mugu gerast at bøta um støðuna.

Enn er nógv at stríðast fyri. Leiðin til javnstøðu verður løgd av hart vunnum sigrum.

Tað er ikki komið burturúr ongum, at kvinnur hava valrætt, kunnu útbúgva seg, kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum, fáa líkaløn, rætt til heilsutænastur og føðihjálp og so mangt mangt annað.

Enn hava vit eitt stórt arbeiði at gera á fleiri økjum so sum;

- harðskapsøkið

- minka um lønargjánna millum kynini

- minka um pensjónsgjánna

- raðfesta gransking í kvinnusjúkum

- lyfta stakar forsyrgjarar

- javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum

- javnstøðu í politikki

Á kvinnustríðsdegnum mugu vit eisini minna okkum á, at vunnin rættindi skjótt kunnu missast aftur. Eisini her í Føroyum verður hótt við tí. Og altjóða sær út til, at javnstøða, rættindi hjá minnilutum og javnrættindi í síni heild eru undir stórum trýsti.

Góðan kvinnustríðsdag

- saman gera vit mun

Sirið Stenberg

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.