Tingmál
Góð útlit fyri blokkniðurskurð í komandi stjórn
Tað eru góð útlit fyri at blokkurin verður minkaður í næstu samgongu, tað vísti viðgerðin av uppskoti Tjóðveldis um at minka ríkisveitingina. So at siga allir flokkar siga seg vera fyri at skerja blokkin og at fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap. Hví leggur Tjóðveldi fram uppskot um blokkniðurskurð í andstøðu, hava mong spurt. Eitt av endamálunum er, at seta eina veruliga dagsskrá í føroyskum politikki, har allir flokkar verða tiknir uppá orðið í, hvat teir vilja við búskapinum. Ætla teir at gera okkum meira heft av studningi uttanífrá, og at brúka meira, enn vit tjena? Ella vilja teir veruliga, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap, har vit sjálv gjalda í felag fyri okkara vælferð? Øll vita, hvat vit í Tjóðveldi siga til blokkniðurskurð, men hvat siga hinir flokkarnir? Javnaðarflokkurin segði greitt undir viðgerðini, at “Um undanfarna samgonga, sum legði stóran dent á at hava fíggjarliga ábyrgdarfullan politikk. Hevði tann samgongan og tann ábyrgdarfulli politikkurin hildið fram, so hevði tað verið rúm fyri at minka um ríkisveitingina.” Høgni Hoydal svaraði hesum skemtiliga aftur, við at siga at Javnaðarflokkurin er fyri at skerja blokkin, tá Tjóðveldi situr á kassanum. Fólkaflokkurin boðaði frá, at “tað verður ein gleðisdagur, tá vit eru før fyri at stýra tann føroyska búskapin uttan nakran blokk.” Sambandsflokkurin meldaði greitt út, at “Sambandsflokkurin fer ikki at biðja um meira blokk. Tað er møguligt at vit fara at biðja um eina prísregulering.” Bæði Framsókn og Miðflokkurin vóru eisini fyri at skerja blokkin – Miðflokkurin atkvøður ímóti, tí tey eru bundin at samgonguskjalinum. Sostatt er føroyskur politikkur fluttur sera nógv seinastu árini. Frá at blokkurin vaks á hvørjum ári til at hann nú stendur í stað, og ongin ynskir at hækka hann, er gleðiligt. Nú mangla vit bert at taka seinastu fetini og skerja blokkin fult og heilt. Vit eru vónrík um, at hetta kann gerast í eini komandi samgongu – men einasti garanturin fyri hesum er Tjóðveldi. Ongin annar flokkur fer at virka fyri hesum við samgongusamráðingarborðið eftir komandi val. Videobrot av viðgerðini kann síggjast her:...
Les meiraBetri kor og løn til vælferðar starvsfólk
Tjóðveldi leggur í dag fram uppskot fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls at betra korini hjá teimum, ið starvast í røktini og dagstovnaøkinum. Uppskotið kemur av einum størri arbeiði, sum hevur verið í gongd leingi. Vit hava fleiri ferð gjørt vart við støðuna í okkara grundleggjandi kjarnuvælferð og Búskaparráðið fann fram til, at vit fara at mangla heili 2000 vælferðarstarvsfólk komandi 10 árini – umframt tey, sum mangla í dag. Uppskotið kemur inn á eina røð av viðurskiftum, sum fevna um alt vælferðarøkið; heilsuverk, almannaverk, eldraøkið, dagstovnaøkið. Uppskotið hevur til endamáls, at: framtíðartryggja og menna føroysku vælferðina útbúgva fleiri til heilsu-, umsorganar- barnamenningarøkini tryggja góða normering seta eina serliga pulju av til at lyfta lægstu lønirnar innan tað almenna seta gongd á arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna tryggja yrkisføri og góða tænastu til fólk nú og komandi at ein heildarætlan verður gjørd, sum lýsir, hvussu vit fremja hetta í verki Í sambandi við hetta uppskotið, hava vit framleitt ein faldara, sum ítøkiliga greiðir frá avbjóðingunum og okkara boð upp á loysnir. Millum annað er ein longri greining av lønarlagnum hjá hesum starvsbólkunum og boð uppá, hvat eitt lønarlyft til lægstu lønirnar hevði kostað. “Vit eru fullgreið um, at vit hava frælsar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum og virða tað. Tó meta vit tað vera eina politiska ábyrgd at tryggja, at fólk ikki liva í fátækraváða. Frástøðan hjá hesum feløgum upp á miðallønina er somikið stór, at tað er so at siga ógjørligt at hetta er ógjørligt at røkka við vanligum samráðingum. Tjóðveldi skjýtur upp, at sett verður ein serlig pulja av til at lyfta lægstu lønirnar. Tað eigur at verða áhugamál hjá okkum øllum, at tey, ið taka sær av okkara sjúku, veiku, gomlu og okkara børnum fáa virðiliga løn og ikki noyðast at streingjast, tí tey ikki fáa endarnar at røkka sama.” “Við hesum vilja vit í Tjóðveldi koma við okkara boði uppá, hvørji átøk vit meta vera alneyðug fyri at tryggja sjúkra, heilsu og eldrarøktina eins og tænastur á barnamenningar- og serstovnaøkinum. Fyri okkum snýr tað seg um at tryggja børn, gomul, sjúk, fólk við avbjóðingum o.o. bestu tænastu bæði nú og í komandi tíðum. Fortreytin fyri hesum eru starvsfólkini og treytirnar, hesi virka undir. Tí er ein íløga í starvsfólkini ein vinningur fyri okkum øll, men serliga hjá teimum, sum tørvar hjálp og tænastu,” sigur tingbólkur Tjóðveldis Faldarin sæst...
Les meiraUppskotið um stórhøll sera góða móttøku á tingi
Í dag viðgjørdi Løgtingið uppskotið frá Tjóðveldi um, at landið skal ganga undan at kalla kommunur, sersambond og privatar stuðlar saman til tess at fáa bygt eina Stórhøll í Føroyum. Eina høll, ið lýkur øll krøv til landsdystir og altjóða ítróttakappingar í fleiri av okkara fremstu innandura ítróttakappingum: Hondbólti, flogbólti, fimleiki, badminton, frælsari ítrótt, styrkiítrótt, bogaskjóting v.m. Og ein høll, ið samstundis kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum, ráðstevnum, stevnum o.a. Fólk úr øllum flokkum vístu á tey einastandandi úrslit, sum tað sjálvbodna arbeiðið í feløgum og tey stóru mál, sum sersambond hava sett sær við landsliðsarbeiði, longu hava kastað av sær. Og fleiri vístu á týdningin av, at tann altjóða luttøkan og at kunna hýsa altjóða kappingum í Føroyum, eisini kastar av sær til tann breiða ítróttin, fólkaheilsuna, trivnaðin og samanhaldið í landinum. Somuleiðis varð víst á, at um so góðir karmar verða skaptir, kann tað eisini draga ítróttafólk úti úr heimi til Føroya á venjingarlegur og til tiltøk, og harvið geva inntøkur og menning á tann hátt. Fleiri framsøgufólk tóku undir við eini loysn, har landið kundi rindað ein triðing, kommunurnar ein triðing og aðrir stuðlar ein triðing av eini stórhøll. Málið er nú beint i Mentanarnevndina hjá Løgtinginum, har sersambond, kommunur, landsstýrið, onnur áhugað og tey, ið hava arbeitt við ætlanum um stórhøll fara at verða kallað inn til hoyringar um, hvussu málið kann loysast. ...
Les meiraTjóðveldi: Óheftan filmsgrunn
Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, hava latið Løgtinginum uppskot um óheftan filmsgrunn. Føroysk filmsvinna hevur ment seg nógv seinastu árini, men neyðugt er, at framleiðslan fær greiðar fakligar umstøður at virka undir. Við hesum uppskotinum verður ein óheftur filmsgrunnur stovnaður, har tað er fakligheit og dygdin í tilfarinum, ið kemur at avgera, hvørt stuðul verður latin ella ikki. “Eins og øll onnur list, má filmslistin hava frælsi at úttrykkja seg uttan politiskan ella annan sensur ella avmarkingar. Ein filmsgrunnur gevur munandi betur armslongd frá politisku skipanini, enn um stuðul skal søkjast beinleiðis frá konto undir landsstýrisfólkinum, sum støðan er í dag,” siga Bjørt og Beinta. Filmsgerð er ein sera kostnaðarmikil listagrein, og fær ein verkætlan ikki stuðul frá heimliga filmsgrunninum, ber aloftast ikki til hjá filmsfólki at søkja úr útlendskum grunnum. Sostatt kann játtan úr filmsgrunninum síggjast sum eitt góðskustemplul, sum avger um filmsverkætlanin livir ella doyr. Nógvar góðar orsøkir at menna føroyska filmsvinnu Vit liva í eini tíð, har samskifti, innlæring og undirhald í stóran mun er visuelt – ikki minst hjá børnum og ungum. At menna føroyskt filmsmál kann tí sammetast við, at menna móðurmál okkara. Alt føroyskt filmstilfar uttan mun til, um talan er um spælifilm, undirvísingartilfar, lýsingar, dokumentarar ella annað, sprettir úr føroyska samleikanum og jørðildi okkara. Tað er tí ein týðandi táttur í at varðveita og styrkja okkara samleika, mál, mentan og í at menna listaligu og vinnuligu førleikarnar innan...
Les meiraTjóðveldi: Blokkurin kann verða burtur í 2030
Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum uppskot um eina væl skipaða minking av danska blokkstuðulinum, so hann er burtur í 2030. Sum Tjóðveldisflokkur er tað ein av uppgávum okkara, at vísa á, hvussu vit koma av við blokkstuðulinum og fáa ein tryggan, rættvísan og sjálvberandi búskap. Vit skjóta upp eina greiða og einfalda skipan: Ríkisveitingin verður við lóg ásett at minka burtur eftir 7 árum. Hetta svarar til góðar 90 mió. kr. um árið á fíggjarlógini. Ítøkiliga merkir hetta, at væl meira enn helvtin av vøkstrinum í okkara samfelag enn kann nýtast til at útbyggja okkara samfelag og vælferðartænastur. Sostatt setir uppskotið onga vælferð í vanda, sum so ofta verður sagt um blokkniðurskurð. Rík lond tørva ikki blokkstuðul Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Ítøkiliga er føroyski búskapurin væl størri enn hin danski. Seinastu tølini siga, at føroyski búskapurin per íbúgva var 420.000 kr. í 2019, meðan samsvarandi í Danmark var 400.000 kr. Ongin kann moralskt verja ta støðu, at vit sum eitt so ríkt land biðja um pengar frá øðrum landi, ið lutfalsliga hevur minni inntøku pr. íbúgva enn vit sjálvi. Hetta merkir als ikki, at øll fólk í Føroyum eru væl fyri fíggjarliga ella hava somu møguleikar. Men tað prógvar, at vit í Føroyum hava ovmikið av ríkidømi til at skapa góð og sømulig livikor fyri øll – við góðum vælferðartænastum og sosialari trygd. Tað snýr seg bert um viljan, at býta virðini javnari. Blokkurin er smápengar í føroyska samfelagnum Av hvørjum 100 krónuseðili, vit sjálvi skapa í búskapinum, er blokkurin bert 3 krónur. Í 1997 svaraði blokkurin til 45% av fíggjarlógini. Í 2019 var hetta 10%. Vit hava ongantíð í nýggjari tíð verið nærri at gera okkum heilt óheft av blokkinum. Føroyski búskapurin er nærum trífaldaður síðani vit seinast skerdu ríkisveitingina í 2001. Var blokkurin ikki skerdur tá, hevði hann verið minst 1,5 mia. árliga. Í undanfarnu samgongu bleiv blokkurin fastfrystur. Høvdu vit ikki gjørt tað, var blokkurin væl omanfyri 700 mió. kr. í dag. Øll søgan prógvar, at hvørjaferð vit hava tikið ábyrgd og bygt upp í felag, so hevur tað ment okkara samfelag og livikorini hjá øllum. Mong ivaðust, tá ið vit skerdu ríkisvetingina í 2001. Men føroyski búskapurin og okkara livikor og vælferðartænastur til sosiala trygd, heilsuverk, skúlar, dagsstovnar og infrakervi hava bara verið styrkt og betrað við okkara egnu skapan og framleiðslu. Tí vóna vit í Tjóðveldi, at hetta uppskotið kann seta eina nýggja dagsskrá í føroyskum politikki, har allir flokkar verða hildnir til svars um, hvat teir vilja við búskapinum og hvønn búskaparpolitikk teir vilja reka. Í uppskotinum verður dentur lagdur á, at um politisku flokkarnir melda greitt út undir viðgerðini av hesum uppskoti um, hvørja loysn og hvat áramál, flokkarnir vilja fremja, so ber til at finna semjur um at taka tey veruligu stigini. Alt uppskotið kann lesast her: Uppskot til løgtingslóg um at minka burtur donsku ríkisveitingina til Føroya...
Les meiraTjóðveldi: Uppskot um stórhøll til ítróttin lagt fyri Løgtingið
Tjóðveldi hevur sent Løgtinginum uppskot, har landsstýrið verður biðið um beinanvegin at kalla inn kommunur og privatar íleggjarar til tess at gera avtalu um at fíggja og byggja eina tjóðarhøll til ítrótt og størri mentanartiltøk. Í langa tíð hevur politiski myndugleikin haltað aftaná, meðan okkara ítróttarfólk hava skapt so einastandandi úrslit í altjóða ítrótti. Seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla seg millum fremstu lond í heiminum við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald. Sum so ofta er hetta framt av undangongufólki í feløgum og sersambondum undir kørgum fíggjarligum og materiellum umstøðum, har landspolitikkur haltar aftaná og vantar visjónir og atgerðarmegi. Hóast kommunur og land seinastu árini hava gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar og hallir til ítrótt, eiga Føroyar onga høll, ið lýkur øll krøvini til landsdystir og altjóða ítróttakappingar. Føroyar sjálvsagt eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv. Kommunur, ítróttafeløg og privatir íleggjarar hava í seinastuni umrøtt og tikið ymisk stig til tess at byggja eina stórhøll og marghøll til innandura ítrótt, ið lýkur øll altjóða krøv og eisini kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum o.a. Tað er at fegnast um, men landið má eisini taka ábyrgd av at menna eina veruliga tjóðarhøll, ið lýkur øll altjóða krøv og kann hýsa altjóða kappingum, sum Føroyar kunnu bjóða sær at hýsa. Tí eigur Løgtingið at biðja landsstýrið um at kalla kommunur og privatar íleggjara saman um at gera eina avtalu um at land, kommunur og privat í felag byggja og fíggja høllina. Hvar í landinum, hon verður bygd, er ikki avgerandi, men at hon verður bygd sum skjótast. Uppskotið kann lesast her: Uppskot til samtyktar um stórhøll...
Les meiraEgið loftrúm og egnan radara
Í 60’unum og 70’unum tóku vit ræði á havinum kring okkum. Í 90’unum tóku vit ræði á tí, sum er undir okkum – undirgrundina; nú eiga vit eisini at yvirtaka tað, ið er yvir okkum – loftrúmið. Í dag eru vit í teirri margháttligu støðu, at loftrúmið yvir okkum ikki er á føroyskum hondum. Her hava vit eitt málsøki, sum danir hava ábyrgd av, men sum er latið íslendarum at umsita. Eftir sita vit bert sum triðji partur uttan ávirkan. Hetta átti at fingið okkum øll at vakna við. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at yvirtaka loftrúmið; har fylgja altjóða skyldur við. M.a. krevst lofteftirlit, radarmyndir og radarasamskifti. Nú ætlanir fyriliggja um at byggja radarastøð á Sornfelli, er hetta eitt gylt høvi hjá okkum at taka ábyrgd og sjálvi byggja hendan radara, og harvið liva upp til tær skyldur, sum krevjast, skulu vit yvirtaka loftrúmið. Hetta hevði eisini gjørt okkum til áhugaverdan samráðingarpart og givið okkum góðar samráðingarmøguleikar úti í heimi, millum teir partar, ið eru áhugaðir í radaranum í Føroyum. Samstundis kann hetta skapa vitanartung størv og útbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna longu hava prógvað virðið á. Tað er komið fram, at stórir menningarmøguleikar eru fyri føroyska samfelagið, at taka loftrúmið undir føroyskt ræði. Vit missa 70-270 mió. kr. árliga Hetta kemur sjálvsagt at kosta, men har eru samstundis stórir inntøkumøguleikar í at yvirtaka loftrúmið. Hvørjaferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmið, rinda tey eina ávísa upphædd. Føroyska loftrúmið er sera nógv brúkt, tí vit liggja so væl fyri, orsakað av jetstreymunum kring okkum, ið gera tað fíggjarliga áhugavert hjá flogfeløgum at flúgva yvir Føroyum. Sambært serkønum liggur hendan upphæddin á 70-270 mió. kr. Í dag fella 60% av hesum til íslendarar, ið umsita loftrúmið, og 40% til danir. Hendan upphæddin kundi verið nýtt til at bygt okkara egnu førleikar upp og skapt fleiri arbeiðspláss í teimum økjum, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið; T.e. omanfyrinevnda radaraeftirlit, veðurtænasta, search and rescue, o.s.fr....
Les meiraTað snýr seg um eitt alternativ til bankarnar
Nógv umrøða hevur verið um uppskotið hjá mær og Beintu Løwe, um at fólk skulu hava møguleikan at velja eina almenna lønarkonto. Endamálið við uppskotinum er at veita fólki eitt alternativ til bankarnar, nú gjøldini bara hækka og blíva alsamt fleiri, samstundis sum tænastustøðið versnar. Fleiri deildir og kassar kring landið eru niðurlagdir, upplatingartíðirnar gerast órímuligari. Samstundis er negativ renta áløgd fleiri – gott nokk er markið fyri nær tú rindar negativa rentu í dag nokkso høgt, men hetta fer allarhelst bara at lækka, sum tíðin frálíður. Tað síggja vit longu. Og tað er ongin ivi um, at negativa rentan eisini hevur stórar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin. Eg haldi, vit eru komin at mørkum. Eg skilji væl, at tað kann ljóða fremmant við eini almennari bankaloysn, men hetta er ikki nakað nýtt. Tað er ikki langt síðan, at vit høvdu giro-stovuna hjá Postverki Føroya, og fleiri lond í Evropa hava almennar bankaloysnir. Í Týsklandi er hetta heilt vanligt. Í øðrum londum eru eisini ymsir samvinnubankar, har endamálið ikki er avlop, men at veita tryggar, dyggar og ódýrar tænastur. Coop handlarnir eru farnir undir slíkt virksemi fyri tíð síðan, og fakfelagsbankar eru eisini í okkara grannalondum. Men her í Føroyum hava vit onki alternativ til bankarnar. Bankarnir hava so at siga monopol uppá okkum føroyingar, tí tað er ásett, at øll skulu hava eina lønarkonto í einum góðkendum skattaavrokningarstaði, og higartil eru tað bert bankarnir, ið hava verið góðkendir. Orsøkin til, at eg og Beinta løgdu uppskotið fram er tí, at vit meta at bankarnir taka seg væl betaltar, fyri at goyma lønirnar fyri okkum. Gjøldini til løntakaran eru alt ov høg! Tað sær tó ikki út til, at nakar politiskur vilji er, at gera nakað við hetta. Vit hava sum land álagt fólki at hava lønarkonto, men ongin ynskir at seta seg upp ímóti ella seta krøv til bankarnar afturfyri. Og løntakarin betalir! Sirið...
Les meiraEin útrætt hond um blokkniðurskurð
Tíðin er væl og virðiliga búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum. Allir flokkar siga seg vilja ein sjálvberandi búskap, uttan mun til, hvønn hugburð flokkarnir hava um Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Tí legði Tjóðveldi fram uppskot um at útslúsa blokkin eftir 6 árum. Uppskotið legði seg eftir, at fáa semju um hetta. Mælt verður til eina skipan, ið eisini gongur teimum á møti, ið vísa á, at nýggjar inntøkur skulu koma ístaðin fyri blokkin. Uppskotið snýr seg um, at so hvørt inntøkur landsins vaksa, so verður helvitn av vøkstrinum nýttur til at minka um ríkisveitingina, meðan hin helvtin enn kann nýtast til vælferð o.a. “Tað er ongin loyna, at stóð tað til Tjóðveldi, so skuldi blokkurin burtur skjótast til ber. Vit virka fyri einum samfelag sum byggir á inntøkur vunnar úr teirri vitan, tí tilfeingi og tí arbeiðsførleika, sum er fallið okkum føroyingum í lut. Sum borgarar í einum av heimsins bestu blettum. Men í politikki er tørvur á semjum, sum kunnu ganga tvørturum valskeið,” sigur Páll á Reynatúgvu. Kortini velur samgongan at vísa útrættu hondini frá sær og at mæla til at fella uppskotið, uttan konstruktivari grundgeving. “Búskaparliga gongdin hevur annars verið týðilig, síðani heildarveitingin varð lækkað og fastfryst fyri knøppum tjúgu árum síðani. Ongantíð í Føroya søgu hava vit sum samfelag lyft so stórum og mennandi verkætlanum. Havt so stóran og áhaldandi búskaparvøkstur. Og so nógv vaksandi fólkatal. Júst tað øvugta av tí, sum allar myrkar afturhaldskreftir spáddu, tá heildarveitingin varð lækkað. Greiðar tilsipingar um, at við viljanum til sjálvbjargni fylgir eisini vøkstur. Við ábyrgd fylgir eisini framburður,” sigur Páll á Reynatúgvu. Við fastfrystingini av blokkinum í 2016 eru vit vorðin enn meira sjálvberandi. Uttan fastfrysting hevði blokkurin í dag ligið á umleið 700 mió. kr. Í dag er blokkurin bert áleið 3 krónur av hvørjum 100 krónuseðilii vit sjálvi framleiða. Í 1997 var blokkurin 45% av fíggjarlógini – í dag er talið 11%. Livistøðið í Føroyum er farið uppum tað í Danmark, og grundarlagið fyri framhaldandi at hava danska rakstrarinnspræning í føroyska samfelagið er tí ógrundað. Tíðin er væl og virðiliga búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum....
Les meiraTíðin hjá føroysku tjóðini sum danskt bróstabarn eigur at vera farin.
Vit, sum hava vitjað stuttleikagarðar í fremmandum londum, hava mangan stuttleika okkum yvir hesar smáu hvítu mýsnar, sum inni í eini lokaðari kringekju – karrusel – úr glasi – liva eitt sorgleyst lív, við at fáa kvørnina at mala eitt vet, tá tær halda seg taka næsta fetið við frammbeinunum, fyri kortini at enda í sama stað hvørja ferð – niðast í skipanini. Trupulleiki teirra er, at tær liva av náðini frá øðrum. Onnur fóðra og stjórna teimum, og nóg mettar eru tær eru bert til undirhalds hjá okkum vitjandi. Soleiðis skapa skipanir livandi verur. Sovjet skipanin skapti homo sovjeticus, danska heimastýrið í Føroyum hevur skapt eitt slag av homo danicus – og atferðin hjá hesum líkist henni hjá mýsnum. Viljin til frælsi gerst proportionalur við mettuna, sum ráðandi høpið sprænir inn í svanga magasekkin, til tess at fáa frið fyri órógvandi elementum, og sum vit øll vita: Kátt lær høvur av fullum maga. Uttanríkispolitiska frágreiðingin hjá landsstýrinum er ein endurspegling av hesi armóðsstøðu, sum er, at føroyingar framvegis mala viljaleysir runt í eini lokaðari danskari kringekju. Vit rópa okkum uppá, ikki minst ein dag sum í gjár, flaggdagin, næstan euforiskt, at vit eru partar av tí demokratiska vesturlendska heiminum. Tað ynskja vit at vera, men hvussu demokratisk er skipan okkara, táið fremmant vald burturav stjórnar dómsvaldinum, pørtum av lóggevandi- og útinnandi valdinum umvegis danskar lógir, valutapolitikkinum, hernaðarpolitikkinum og ikki minst uttanríkispolitikkinum, har danir forða fyri sjálvt tí evarska lítla fetinum, at vit gerast limir í Norðurlandaráðnum ? Tá er føroyskur «uttanríkispolitikkur» ikki annað enn pseudopolitikkur, í so máta líkjast vit mest veingjaskerdu snjóugluni í stuttsøguni – essaynum – hjá Nobelvinnaranum Heinrich Böll, “Weggeflogen sind sie nicht”, hóast veingjaskerd og sloppin úr búrinum rakk snjóuglan ikki upp um høga stikið. Hon slapp ikki á flog. Tí hevur hendan frágreiðingin hjá landsstýrismanninum onga kós yvirhøvur. Og sum Cicero gamli segði á sinni: Hevur tú onga kós, fær tú ikki undanvind á nakrari ætt. Frágreiðingin er fyri tað mesta ein undanførsla, eitt neyðarróp út í oyðimørkina, um, at vit onki fáa gjørt soleiðis, sum stjórnarrættarligu viðurskifti okkara nú eru vorðin. Ístaðin fyri at leggja fram eina proklamatión, eitt herróp, um, hvørja leið vit ætla at fara á altjóða pallinum, í politiskari sigling millum aðrar sjálvstøðugar tjóðir, sigur landsstýrismaðurin, at: “Frágreiðingin leggur seg eftir í størri mun at reisa spurningar og lýsa avleiðingar við støði í føroyskum uttanríkispolitiskum áhugamálum enn at gera eina heildarlýsing av uttanríkispolitiska virksemi Føroyar.” Hetta er ein staðfesting av, at allur uttanríkispolitikkur hjá føroyingum verður stýrdur úr Keypmannahavn. Har liggur ræðið. Har liggur veruliga skeytið til matrikkulin Føroyar. Nøkur kustaskáp á donskum á ambassadum kring um heimin, har onkur føroyingur av náði sleppur at spæla sendimaður ella kvinna, broytir ikki hesa støðu. Margháttligt, at politiska skipanin í einum so múgvandi landi, og einum landi sum eftir øllum at døma aftur er komið í eina ógviliga strategiska serstøðu í mun arktis, ikki tekur sær um reiggj, og tveitir stjórnarpolitisku forðingarnar av sínum akslum. Sigi sum yrkjarin Jóanes Nielsen: Eg eri ein føroyskur nasjonalistur, og tað sum pínir, er at føroyingar sjálvir tola ikki gronina á sínum frælsu landsmonnum. Vit stórtrívast sum ein landafrøðilig bagatell. Okkum dámar at halda veitslu í nassaraklæðum. Vit hava ikki brúsandi blóð í æðrunum. Vit eru ikki tann serstaka tjóð, sum Poul F. yrkti um. Eitt...
Les meira