Lýsing

Kommunurnar eru krummtappurin í útbyggingini av samfelagnum

Tí var tað sera hugstoytt at hoyra valevnið hjá Framsókn í kvf, og eftirfylgjandi lesa hansara lesarabræv í miðlunum, har hann boðar frá at kommunurnar skulu avtakast.

Hetta er ein stór háðan og niðurgerðing av tí val arbeiði menn og kvinnur hava lagt í kommunala arbeiði seinastu 100 árini.

Kommunurnar hava útbygd samfelagið til eitt samfelag, sum í dag eru millum heimsins bestu. Hugsa bara um skúlar, barnagarðar, eldrarøkt, vegir, ítróttarøkir, útstykkingar, havnir, vatn, kloakkir, umhvørvið og soleiðis høvdu vit kunna hildið áfram.

Tí ógvist eg við, men eri tó tíanverri ikki so bilsin, tá ein havnarmaður bara vil avtaka allar kommunurnar við einum pennastroki, tí hann ikki tímir at hoyra kommunurnar kjakast og kappast um ymiskt.

Tað er júst hendan kappingin um borgarar, sum flytur kommunurnar fram eftir og alla tíð er við at útbyggja alt landið.

Vit kunna als ikki seta okkara álit á, at landið røkkur út um alt landið við útbyggingum. Vit síggja tíanverri beint tað øvuta. Landið byggir miðstaðin út, og kommunurnar byggja alt annað út til dagsins samfelag.

Um tað eru ov nógvar kommunur ella ikki, haldi eg fólki í kommununum sjálvi vita best.

Landsmyndugleikarnir skulu ikki kroysta nakað niður yvir høvdi á kommununum. Skulu samanleggingar av kommunum gjøgnumførast, so skal tað vera tí fólkið á staðnum ynskir tað, og ikki tí tað passar betri til eitt excel-ark í onkrum ráðið í Havn.

Og so kann eg upplýsa, at eg veit tað eru ikki rakstrar sparingar við samanleggingum av kommunum. Jú  gaman í, so sparir man útreiðslurnar av nøkrum politikarum, har teir flestu er løntir fund fyri fund so tað er ikki ein stór útreiðsla, men so er alt sagt.

Tvørturímóti, so økist raksturin við samanleggingum. Men tað kann rættvísgerast við, at tænastustøði eisini hækkar og kommunurnar sum oftast er betri førar at lyfta størri uppgávur. Hetta veit eg, sum havi verið í kommunupolitikki í 15 ár, harav skjótt 11 ár sum borgarstjóri fyri eina samanlagdari kommunu.

Og so til seinast vil eg líka vísa á, at tað er ein óskikkur tá bæði flokkar og valevnir lova skattalættar v.m. beinleiðis úr kommunukassunum.

So eitt sindur av virðing fyri kommununum og øllum teimum kvinnum og menn sum í kommunalum høpi hava bygd hetta land upp, hevði verið uppá sítt pláss.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad