Lýsing

Tá útjaðarin hevur tað gott, hava Føroyar tað gott

Eg havi altíð verið av tí fatan, at tá útjaðarin hevur tað gott, so hava allar Føroyar tað gott. Útjaðarin er ikki bert útoyggjar, men alt uttanfyri miðstaðarøkið. Og Gjógvin millum okkara fantastiska høvuðsstað og onnur veksur bara í hesum døgum. Og tað er ikki gott fyri nakran.

Vit hava nógv tey seinastu árini sæð, at miðstaðurin hevur verið nógv útbygdur. Vit eru nógv sum halda, at vit uttanfyri miðstaðin ikki fáa okkara part av útbyggingini, og sum í botn og grund er okkara rættur.

Eysturoyggin stendur fyri einum stórur parti av øllum útflutningi í Føroyum, men vit síggja millum lítið og onki til ágóðan av tí, frá almennari síðu.

Eg eri sannførdur um, at ein av orsøkunum er, at onki umboð fyri Tjóðveldi úr Eysturoy hevur verið umboða á Tingið hesa seinastu setuna. Tí er sera umráðandi at Eysturoy aftur fær eitt umboð úr Tjóðveldi aftur á Ting komandi setu.

 

Bústaður til øll

Grundleggjandi fyri vøkstri er, at tað er rúm og møguligt hjá øllum at búseta seg uttanfyri miðstaðin. Eg havi sjálvur mangan víst á, at ein partur av loysnini hevði verið, at givið kommununum heimild at byggja íbúðir.

Vit tosa ikki um nakra serligar íbúðir, sum er til tað eina ella annað endamálið. Íbúðir, sum tú og eg kunna leiga, tí vit ikki ynskja at byggja eini hús.

Tað vit síggja í dag er fyrst og fremst eina íbúðarneyð. Bankar og onnur hugsavna seg til at byggja í Tórshavn, tí har er søluvirði mest, um tær íbúðirnar skulu seljast aftur. Sama er galdandi fyri vanlig sethús.

Vit síggja, at evnini hjá lántakaranum til at rinda lán aftur, eru ikki tað sum vigar mest longur. Nú verður lán og annað givið útfrá, hvat man kann vænta at bústaðurin kann seljast fyri, um nú lántakarin ikki klárar at rinda lánið aftur.

Eg havi verið í samband við fleiri sum høvdu verið áhugaði í at bygd privatar íbúðir her um okkara leiðir. Men bankarnir siga, at láni skal rindast aftur innan 15 ár. Tað ger so tað, at leigan gerst nógv hægri enn neyðugt, og tí torir ongin at fara undir tílíka bygging her. Og so kunna vit spyrja okkum sjálvi. Hvør annar fíggjar sín bústað yvir 15 ár?

Tað er alneyðugt at koma í gongd við tað sama. Tað vit síggja í dag er, at fólk koma aftur úr útlondum við góðum útbúgvingum, og tað gleðast vit øllum um.

Tey leita sær eftir bústaði, fyrst har tey eru uppvaksin. Men bankin krevur fyrst eina stóra eginfígging áðrenn hann vil veita tær lán til at byggja. Tað eiga fólk ikki, sum júst er liðug við sína útbúgving. So tey mugu fyrst finna sær okkurt bíligt at leiga, so tey kunna savna sær til sína eginfígging.

Har er eisini vert at geva sær far um, at krøvini til eginfígging eru lægri í Tórshavn enn tey eru úti á bygd verður fortalt okkum. Úrslitið er so, at hesi væl lærdu fólkini hava bert ein møguleika, og hann er at flyta til Tórshavnar, tí tað eru har flestu leiguíbúðirnar eru og vera bygdar.

Tað sigur seg sjálvt, at tá tú hevur búð í Tórshavn í nøkur ár, børn eru koma upp í leikin, tá er torført at flyta aftur.

Verður tað ikki lagaligari at fáa fígging til bústaðir úti á bygd, og fleiri møguleikar til íbúðarbyggingar vera fingnir til vega, so avtofta vit bygdirnar spakuliga, við at taka grundarlagið undan teimum.

Hetta mugu vit gera okkurt við nú.

Tit sum hava hug at síggja eitt longri kjak millum miðstað og útjarðara, tá hugsa verður um bústaðarbygging, kunna hyggja eftir hesum d&v kjakinum: https://kvf.fo/dv?sid=89998&fbclid=IwAR3OSvGJoAqF4fqLSrJKvvLkrzDsLm0O5G1lO9q4DtxCzFQPI-ABUwVi_bg

Deil hesa grein umvegis
468 ad