Lýsing

Hvat siga tit – 0% útlendskur ognarskapur?

Nógv hevur verið tosa um fiskivinnuna tey seinastu árini, og kanska serliga hevur uppboðsølan og menningarkvotur verið til kjak. So tann partin lata vit liggja her.

 

Sitandi samgonga hevur samtykt, at útlendskur ognarskapur í fyritøkum, sum fiska føroyska fiskin, skal avviklast, so hesar fyritøkur gerast 100% Føroyskar.

 

Eg havi nú í longri tíð roynt at fáa hinar flokkarnar at siga hvat teir halda um spurningin um  ognarskapin, men tað gongur sera illa, fyri ikki at siga, slett ikki, at fáa eitt greitt svar.

 

Bert Jóhan Dahl hevur svara mær greitt á facebook, og hann metir tað ikki vera ein trupulleika at útlendingar eiga upp til 1/3 av tílíkum fyritøkum. Um tað er almenna støðan hjá Sambandsflokkinum, veit eg tó ikki heilt.

 

Annars hevur verandi andstøða ikki “lagt fingranar “ millum, tá kjakast hevur verið um fiskivinnulóggávuna seinastu árini. Men nú hoyrist millum lítið og onki alment, til spurningin um ognarskap.

 

Í krókunum hoyra vit ymiskt, og eg hoyrdi Bill Justinussen úttala seg í Fuglafirði fyrradagin. Men eg vildi heldur enn fegin hoyrt teirra útsøgnir, sum eitt svar til hesa grein, heldur enn eg skal leggja teimum orð í munnin.

 

Sjálvur eri eg 100% samdur í tí sum er samtykt. Nevnliga, at ongin útlendingar skulu eiga í fyritøkum, sum hava rætt til at fiska føroyska fiskin.

 

Orsøkin er einføld í mínum hugaheimi. Missa vit ræði á tilfeinginum her í Føroyum, so verður illa vorði hjá okkara børnum og eftirkomarum.

 

Gev gætur, eg skilji greitt millum tilfeingisvinnur, so sum fiskiskap, landbúnað og fyri so vítt eisini alivinnuna, ímun til aðrar vinnur.

 

Tað fær ongantíð somu avleiðingar um ein ríkur kinesari keypir eina føroyska byggifyritøku, sum tað fær um ein ríkur kinesari keypir fyritøkurnar sum hava rætt at fiska føroyska fiskin, ella t.d. Mykines.

 

Bara fyri at gera tað greitt, tilfeingisvinna og onnur vinna kunna ikki samanberast tá talan er um útlendskan ognarskap.

 

Alivinnan er í einar serstøðu og serflokki. Føroyar hava Lunu/Hiddenfjord sum er 100% føroyskt, og sum slóðar fyri í Føroyum saman við Bakkafrost og MOWI, sum tíanverri ikki eru 100% føroyskt.

 

Vildi ynskt at Bakkafrost og MOWI eisini vóru 100% føroyskt, men ivist í um tað letur seg gera í løtuni.

 

Men hvat siga hinir flokkanir? Hví er tað so ringt at upplýsa okkum føroyingum hvar tit eru í hesum spurninginum?

Deil hesa grein umvegis
468 ad