Lýsing

NULL (0,00) ólóglig rúsevnir í Føroyum 2025

Í dag byrjar árligi Summarfestivalurin. Eitt super tiltak, har fólk í túsundatal koma saman til at hugna sær. Eitt tiltak vit her í okkara húsið, altíð gleða okkum nógv til. Klaksvíkingar eru heimsmeistarar í at skipa fyri ymiskum tiltøkum.

Men tað er “vandi í hvørjari vælferð”. Fyrr í summar hoyrdu vit í miðlunum, at nógv ólóglig rúsevnir eru í landinum. Vit hoyrdu eisini um onkran, sum hevði tikið ov nógv rúsevnir, har lívið til alla lukku var bjarga á landssjúkrahúsinum.

Samstundis hoyrdu vit frá tollvaldinum, at teir ongan møguleika hava at fremja eitt nøktandi eftirlit, tí nøgdin av vøru sum verður innflutt, er so sera nógv vaksin, meðan tollvaldi ikki hevur fingið fleiri neyðugu játtan, til at fylgja við, og til at loysa øktu arbeiðsuppgávuna nøktandi. Hetta eiga vit at gera betri.

NULL-hugsjón innan rúsevnir er neyðugt.

Ráðið fyri ferðslutrygd hevur stóra eydnu við teirra NULL-hugsjón í ferðsluni, og eiga vit sum land at seta líknandi herferð í gongd inna ólóglig rúsevnir. Vit eiga at seta stór mál og arbeiða málrætta móti at gerast eitt land, har ólóglig rúsevnir ikki eru til.

Fara vit øll í herna móti ólógligum rúsevnum, betra um arbeiðsumstøðurnar hjá tollvaldinum og standa sama um at loysa hesa avbjóðing, so kunna vit eisini gera veruliga mun, og kanska enntá koma hartil, at tað ongin ólóglig rúsevnir vera í Føroyum í 2025. Tað trúgvi eg uppá, at vit eisini megna.

Góðan Summarfestival øll somul. Ansa væl eftir tykkum og hvørjum øðrum, og kanska síggjast vit í Klaksvík 😊

Vælkomin at deila henda boðskapin

Jóhan Christiansen

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

#Løgtingsval 2019

Deil hesa grein umvegis
468 ad