Trupulleikarnir á Landssjúkrahúsinum er ikki at finna norðri í Klaksvík ella suðri á Tvøroyri
Nógva kjakið um okkara heilsuverk, fer mangan av sporinum. Ein fær ta fatan av kjakinum í miðlunum, at avbjóðinganar í okkara heilsuverki eru orsakað av, at vit hava trý sjúkrahús.
Trý sjúkrahús er ikki ein vansi, men ein fyrimunur.
Í hesum fótbóltsdøgum er kanska hóskandi at nýta dømi úr fótbóltsheiminum. Her í Eysturkommunu eru tveir fótbóltsvøllir. Tað kostar sjálvani meir í rakstir av vøllunum at hava teir, men tað er ein stórur fyrimunur fyri fótbóltin her í kommunini. Sama eigur at vera galdandi fyri okkara sjúkrahús. At vit her í Føroyum eru so væl útbygd við trimum sjúkrahúsum, er ein fyrimunur og ikki ein vansi. Tað gevur møguleikar, og er ikki ein forðing. Vit mugu venda okkara hugsunarhátti til at síggja møguleikar, ístaðin fyri at síggja forðingar allastaðni. Tað er ein avbjóðing fyri okkum øll.
Ein heildarætlan fyri heilsuverkið er neyðug
Tað er neyðugt, at vit lyfta kjakið upp á eitt virðuligt støðið og finnan loysnir. Heilsuverkið er kjarnan í okkara vælferðarsamfelag. Tað er ikki serliga uppbyggjandi fyri okkara heilsuverk, at næstan alt kjakið higartil, mestsum einans hevur snúð seg um, hvørs vit skulu niðurleggja okkurt sjúkrahús, ella skipa eina felags leiðslu fyri øll sjúkrahúsini o.s.fr. Spuringurin vit eiga at seta okkum, eigur at vera, hvussu fáa vit, sum best burturúr tí vit hava, og ikki hvussu vit niðurbróta tað, sum onnur hava uppbygt.
Heildarætlanin skal fyrst og fremst sjálvandi taka støði í sjúklingunum. Síðani í tí sum vit hava, og hvar vit vilja vera. Okkara mál í Tjóðveldi er, at sjálvandi skal okkara heilsuverk vera á sama støði sum í hinum norðurlondunum.
Tað starvast nógv dugnaliga fólk í heilsuverkinum, sum dag og dagliga virka undir alt ov vánaligum umstøðum. Mangan er eisini trongligt, og mugu sjúklingar liggja úti á gongunum. Tað sømir ikki einum framkomnum samfelag sum okkara.
Heilsuverkið hevur tørv á einari politiskari leiðslu og einari heildarætlan, sum tekur støði í verandi, og dugur at síggja møguleikar fram um forðingar.
Gott val – við vón um álti
Jóhan Christiansen, Tjóðveldi