Lýsing

Burtur fra politiskari útlutan av veiðiloyvum

Tað eru føroyingar, ið skulu hava atgongd til veiðuloyvini í Føroyum, og ikki bert tann við atgongd til størstan kapital. Vit í Tjóðveldi vilja hava eina skipan, har allur handil við fólksins ogn millum privatar aktørar verður steðgaður, og óbrúkt loyvir fella aftur til landið, so næsti ágrýtni og vágafúsi føroyingurin fær ein møguleika. Vit vilja hava eina skipan, har veiðiloyvir verða veitt til teir best skikkaðu føroyingarnar.

 

Vit vilja vera jarnbrotið, so vit fáa tí hart tiltrongdu fiskivinnunýskipanina nú. Vit vilja ikki longur seta kikaran fyri blinda eygað, men vit vilja fara til verka. Góðu veljarar, líkamikið hvussu ofta tey royna at leggja okkum orð í munnin, so vil Tjóðveldi ikki spæla hasard við veiðuloyvunum ella  arbeiðsplássunum í fiskivinnuni, hvørki á landi ella sjógvi.

Vit eru farin uppá val við 6 meginreglum innan fiskivinnuna, sum vit meta allir flokkar eiga at kunna taka undir við. Tær eru:

 

  1. Fiskiríkidømið er ogn Føroya Fólks
    • Hesum hava allir flokkar nú langt um leingi tikið undir við
  2. Stovnsrøkt og burðardygg veiða
    • Tað er avgerðandi fyri okkara framtíð, at ríkidømi á grunnunum í Føroyum, eisini er til komandi ættarlið
  3. Á føroyskum hondum
    • Vit mugu tryggja, at tað eru føroyingar, sum hava ognarskapin og ræðisrættin á veiðuloyvunum, og ikki sum í dag, har útlenskir spekulantar hava stóran ræðisrætt á loyvunum
  4. Virðisøking í Føroyum
    • Alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands, og atkomligt skal vera hja føroyskum feløgum at bjóða uppa veiðuna, sum er veidd við føroyskum rættindum
  5. Føroyskir sáttmálar og reglur
  6. Altjóða avtalur og atgongd til marknaðir og virðisøking
    • Vit vilja framhaldandi arbeiða fyri at styrkja og menna allar altjóða marknaðar.

So góðu veljarar – eingin í Tjóðveldi vil spæla hasard við veiðuloyvunum, men vit vilja eina fiskinýskipan, ið tryggjar okkara vælferð her á landi, og okkara fullveldiskós  nógv ár fram. So er tað sagt einaferð enn.

 

Gott val – við vón um álit

Jóhan Christiansen, Tjóðveldi

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad