Lýsing

Tá stormarnir ýla, leita summi sær skjól, meðan onnur byggja vindmyllur

Nú farið verður undir endaspurtin av valstríðnum, fara tónarnir helst at hvessast nakað. Flokkar og valevnir fara undir at gera sítt til at ávirka veljaran, soleiðis at hann setir krossin við ein sjálvan.

Lættast verður fyri fleiri at leggja seg eftir at fortelja, hvat hini hava gjørt, og ikki minst, gjørt skeivt. Tað er eisini neyðugt, tí man skal sum politikkari berjast fyri sínum sjónarmiðum og áskoðan, og vísa á hvar ein er ósamdur.

Vit í Tjóðveldi standa klár at fara at “byggja vindmyllur, nú stormarnir ýla”. Ódnartøk standa fyri framman, tí landsins stýring er farin av kós. Vís okkum tað álit 1. sept.

Tey siga vit eru ljósasløkkjarar

Øll tey, sum vága at “tala Rom ímóti” vera skýrd ljósasløkkjarar, og duga ikki at síggja nakað gott. Sjalvandi gera vit tað. Vit elska okkara land, og vilja til okkara doyggjandi dag stríðast og berjast fyri tí. Okkara mál eru einar sjálvbjargnar og fríar Føroyar, har fólkið í Føroyum avger okkara egnu viðurskiftir. Einar Føroyar, har børn ikki noyðast at fara til songar svong, har sjúk fáa ta hjálp, teimum er uppiborði og tey veiku fáa styrk.

Tí øsir tað okkum, at vit uppliva í dag, at fleiri 100 mió. kr. árliga vera drenaðar út úr okkara samfelag, til útlendskar spekulantar, og man onki ger við tað.

Tað øsir okkum, at í staðin fyri at fremja neyðugu nýskipanir innan fiskivinnu og pensjón, at man setur seg í flúgvaran og fer biddaragongd í Danmark.

Tað øsir okkum, at okkara heilsuverk er tvinga niður á knøðini, og mann ikki klárar at taka ta avbjóðingina upp til kjak, uttan mann skal niðurleggja sjúkrahúsini uttan fyri Havnina.

Tað øsir okkum, at ístaðin fyri at lurta eftir ráðgeving frá Landsbankanum, so niðurleggur man bara hesa skipan.

Tað øsir okkum, tá Búskaparráðið, ár um ár vísir á, at tað eru grundleggjandi broytingar fyri neyðini, og mann “slær tað bara upp í glens”, og sigur seg vera ósamdan.

Tað øsir okkum, at sjálvt tá grundleggjandi álitið á politisku skipana fær eit skot fyri bógvin, so er mann ikki maður fyri at taka neyðugu ábygd.

Tað øsir okkum at síggja okkara land “bløða”, og man heldur vil kasta ábygd á onkran annan, enn at “bretta upp ermar”, og fara til verka og steðga “bløðingini”. Soleiðis kundi eg hildi áfram og áfram.

Í løtuni, so fær onki avleiðingar fyri førda politikkin, og mann “slær alt upp í glens”, og tey, sum “tala Rom ímóti”, eru ljósasløkkjarar.

Gandaorði er flatskatturin. Tað verður rópt hart út um bø og geilar, at flatskatturin er orsøkin til alla framdrift, og verður eisini bjargingin í framtíðini.

Ein og hvør, sum setur seg eitt sindur inn í málið, sær skjótt at flatskatturin er ikki orsøkin til tann vøkstur vit hava í dag. Vøksturi er orsaka av okkara dugnaligu vinnilívsfólkum, og uttafyrstadandi fortreytum.

Velur tú tað sama, fært tú meir av tí sama. Tíð til broyting er nú!

So, góðu veljarar. Hugsið tykkum nú væl um, tá krossurin skal setast 1. sept. Hugsið um, at “við at gera tað mann altíð hevur gjørt, fær man tað man altíð hevur fingið”. Ella velur tú tað sama, so fært tú meir av tí sama. Tað ynskja vit í hvussu so er ikki.

Vit ynskja at byggja land, og ikki leita skjól hjá dønum ella nøkrum øðrum, tá stormar ýla.

Gott val – við vón um álit

Jóhan Christiansen, Tjóðveldi

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad