Lýsing

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard nývald aðalstjórnarforkvinna

Á flokstinginum á Sandi varð Sigrið Jensdóttir Dalsgaard vald til aðalstjórnarflokskvinnu. Rógvi Nybo takkaði fyri seg eftir tvey ár, og tí skuldi nýtt forfólk veljast.

 

Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevði Sigrið í uppskoti, og flokstingið samtykti einmælt at velja Sigrið í sessin.
Í viðtøkunum fyri flokkin stendur um aðalstjórnarforfólk; Flokstingið velur eitt næstforfólk, sum eisini verður aðalstjórnarforfólk. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins

Sigrið Stillaði upp til løgtingsvalið 2022, og fekk 201 persónligar atkvøður.

Sigrið er útbúgvin byggiverkfrøðingur og hevur ein yvirbygning í KT. Hon hevur arbeitt innan KT og byggiverkfrøði í privata og kommunala geiranum.

Vit hava fingið eina viðmerking frá Sigrið um nýggja álitissessin.

,,Eg eri sera spent at taka við sum aðalstjórnarforkvinna. Fráfarandi formaður Rógvi Nybo og toymið hjá Tjóðveldi hava gjørt ein sera góðan pall til aðalstjórnina at virka á. Eg vil arbeiða fyri, at okkara fólkavaldu koma tættari at økisfeløgunum, soleiðis at virðini og politikkurin hjá Tjóðveldi er grundfestur um alt landið.

Tað er givið, at tað, sum nú vilja vera tíðarskeið, har fleiri økisfeløg ikki hava ein frá sínum lista á tingi ella í landsstýrinum. Men økisfeløgini skulu kunna kenna seg aftur í teimum lógaruppskotum, sum verða borin á ting og hava møguleika fyri at siga sína hugsan um uppskotini ígjøgnum aðalstjórnina. Í stuttum, so vil eg arbeiða fyri einari politiskt aktivari aðalstjorn.“

Vit ynskja Sigrið hjartaliga til lukku við álitinum og gott arbeiðslag.

Deil hesa grein umvegis
468 ad