Lýsing

Árni takkaði fyri seg – Sølvi tekur við

Á ársaðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag bar Árni Jacobsen, ið var formaður, seg undan afturvali, og tað gjørdi Sólvá Jacobsen, ið var peningarøkil, eisini.
Árni Jacobsen hevur við undantaki av onkrum stuttum steðgi verið formaður í felagnum og ímyndin av Tjóðveldi í Vágum í fleiri áratíggju, men helt nú, at stundin var komin, at nýggjar kreftir tóku við. Aðalfundurin fagnaði Árna fyri trúgva tænastu og hansara ídna og áhaldandi arbeiði tjóðveldishugsjónini at frama í Vágum.

 

Árni Jacobsen

Árni Jacobsen, nú fyrrverandi formaður í Vága Tjóðveldisfelagi

Í nýggju nevndina blivu Sølvi Simonarson, Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen og Ingolf S. Olsen vald. Jóan Petur Joensen og Jana Antonsdóttir Dam vórðu vald sum varalimir.
Nevndin skipaði seg síðan við Sølva Simonarson sum formanni, Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen sum peningarøkili og Ingolf S. Olsen sum skrivara.
Marna Jacobsen og Jóan Petur Joensen eru vald sum umboð fyri Vága Tjóðveldisfelag á flokstingi. Eykaumboð eru Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen og Sølvi Simonarson.
Johan F. á Ørg var afturvaldur sum grannskoðari hjá felagnum.

Her er nýggja nevndin. Frá vinstru Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Sølvi Simonarson og Ingolf S. Olsen.

Nýggja nevndin hjá Vága Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad